ÍF-NSÍ 2-4: Hoyr málini og samrøður frá FM1

(FM1) Hoyr Jan Ellingsgaard, liðskipara hjá ÍF og Tórður Thomsen, málverja hjá NSÍ seta orð á málríka dystin í Fuglafirði

NSÍ var aftanfyri 1-2 í steðginum, men við einum sterkum avriki í seinna hálvleiki vunnu teir 4-2 á ÍF í Fuglafirði

NSÍ var aftanfyri 1-2 í steðginum, men við einum sterkum avriki í seinna hálvleiki vunnu teir 4-2 á ÍF í Fuglafirði

##med2##

ÍF gjørdi ein vørr í fyrra hálvleiki og spældi væl, og var eisini á odda 2-1 móti NSÍ. Hetta hóast Peter Nersveen legði NSÍ á odda longu í fyrsta minutti. Gundur Petersen javnaði til 1-1 tá 33 minuttir vóru farnir. Í tíðini sum dómarin legði aftrat í fyrra hálvleiki legði Jan Ellingsgaard ÍF á odda við einum brotssparki. Eitt brotsspark sum teir í NSÍ-leguni hildu verða alt annað enn brotsspark.

Í seinna hálvleiki tók NSÍ sær um reiggj. Klæmint A. Olsen javnaði tá eitt stórt korter var eftir av vanligu leiktíðini. Tá 90 minuttir vóru farnir legði Pól Jóhannus Justinussen NSÍ á odda við einum stútara, og langt inni í eykatíðini økti Klæmint A. Olsen til 4-2, ið gjørdist endaliga úrslitið, og harvið er NSÍ oddalið í betrideildini.

Tað hjálpti ikki ÍF, at Dávid Langgaard fekk seinna gula kortið beint aftaná NSÍ hevði javnað til 2-2.

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1: 

1) Hoyr hvussu tað ljóðaði á FM1 tá frásøgumaðurin, Sjúrður H. Hoydal segði frá teimum seks málunum og dystarendanum. Bartal Eliasen var viðmerkjari. 

2) Hoyr samrøðuna Sjúrður H. Hoydal gjørdi við liðskiparan hjá ÍF, Jan Ellingsgaard sum iðrar seg. Jan heldur, at ÍF spældi ein framúr góðan fyrra hálvleik, og tað er súrt hjá fuglfirðingum at standa eftir við ongum.

3) Hoyr samrøðuna Sjúrður H. Hoydal gjørdi við málverjan hjá NSÍ, Tórður Thomsen sum viðgongur, at tað var tungt hoyggj hjá NSÍ at koppa ÍF í dag. NSÍ er á odda nú, men Tórður slær fast, at NSÍ hugsar ikki longur enn til komandi dyst á Argjum móti AB, ið verður sunnudagin klokkan 15. 

Støðan:

Nr.
1.NSÍ17 dystir123244:1839 stig
2.16 dystir122238:1138 stig
3.B3617122328:1438
4.HB18105342:1835
5.Víkingur18112538:2435
6.Skála18801020:2124
7.TB 18531015:3318
8.AB18321319:4711
9.EB/Streymur18231317:439
10.ÍF18121514:465


NSÍ var aftanfyri 1-2 í steðginum, men við einum sterkum avriki í seinna hálvleiki vunnu teir 4-2 á ÍF í Fuglafirði

(ÍF-NSÍ 2-4: Málini og samrøður)