ÍF verið í Sarpugerði 20 ferðir og Víkingur í Fløtugerði 13 ferðir

Lutakastið til tey 27 umførini er drigið við teldu og er tilvildarligt, men fuglfirðingar hava verið ofta í Sarpugerði

Víkingur og ÍF hava spælt 33 landskappingardystir í bestu mansdeildini síðani 2008. 20 av teimum eru spældir í Sarpugerði (Savnsmynd)

Víkingur og ÍF hava spælt 33 landskappingardystir í bestu mansdeildini síðani 2008. 20 av teimum eru spældir í Sarpugerði (Savnsmynd)

Besta fótbóltsdeildin hjá monnum fór frá 18 til 27 umfør í 2005, og hendan leistin hava vit hildið fast við síðani.

27 umfør gevur nógvar dystir, og gevur heimligu landsliðsspælarunum nógva dystarvenjing, og tað var eisini ein av høvuðsgrundgevingunum, tá farið var frá 18 umførum, ið vit høvdu í bestu fótbóltsdeildini hjá monnum millum 1988 og 2004.

27 umfør geva tó altíð ta órættvísu vinklingina, at tað eina liðið fær tveir heimadystir í t.d. einari grannauppgerð, meðan hitt liðið fær bara ein heimadyst í grannauppgerðini.

Teldan hjá FSF hevur drigið øll hesi árini, og tað er fallið stak óheppið hjá ÍF móti Víkingi síðani Víkingur bleiv stovnað í 2008. 

Tey fyrstu átta kappingarárini 2008 til 2015 skuldi ÍF øll átta kappingarárini tvær ferðir til Sarpugerði at spæla móti Víkingi. Somu átta kappingarárini skuldi Víkingur bara eina ferð spæla í Fløtugerði.

ÍF fekk lutakastið við sær í 2016 og í 2017, tí tá skuldi Víkingur spæla í Fløtugerði tvær ferðir, meðan ÍF skuldi bara spæla ein dyst í Sarpugerði í Norðragøtu.

Síðani ÍF kom uppaftur í bestu fótbóltsdeildina í 2019 hevur Víkingur aftur havt lutakastið við sær. ÍF spældi í Sarpugerði tvær ferðir í fjør, og skal eftir dystarskránni eisini spæla tvær ferðir í Sarpugerði hetta kappingarárið.

Tey 11 kappingarárini bæði ÍF og Víkingur hava spælt í bestu mansdeildini hevur ÍF spælt 20 landskappingardystir móti Víkingi í Sarpugerði, og bara 13 landskappingardystir móti Vìkingi í Fløtugerði. "Støðan" er sostatt 20-13 til Sarpugerði móti Fløtugerði. 

Fer dystarskráin fyri hetta kappingarárið at halda verður "støðan" 22-14 til Sarpugerði.

(Kelda: FaroeSoccer)

Víkingur og ÍF hava spælt 33 landskappingardystir í bestu mansdeildini síðani 2008. 20 av teimum eru spældir í Sarpugerði (Savnsmynd)