IHF forsetin Hassan Moustafa valdi USA fram um Grønland

USA sum altjóða hondbóltsforsetin, Hassan Moustafa absalutt heldur vildi skuldi hava eitt "Wild Card" til HM-endaspælið framum Grønland møtir nú við einum høkjuliði

Amerikanarar fingu eitt "Wild Card" til HM-endaspælið framum Grønland til HM-endaspælið í manshondbólti. Nú hava 17 spælarar í bruttohópinum og venjarin fingið staðfest Koronu

Amerikanarar fingu eitt "Wild Card" til HM-endaspælið framum Grønland til HM-endaspælið í manshondbólti. Nú hava 17 spælarar í bruttohópinum og venjarin fingið staðfest Koronu

Okkara grønlendsku vinir skiltu lítið av mannagongdini og útveljingini, tá altjóða hondbóltsforsetin, Hassan Moustafa gav USA eitt "Wild Card" til HM-endaspælið í manshondbólti, ið verður í heimlandinum hjá Hassan Moustafa, Egyptalandi millum 13. og 31. januar.

Sami Hassan Moustafa vildi absolutt skilja Amerika sundur, so tað verður sama býtið sum í fótbólti, har Suðuramerika er fyri seg og Norður- og Millumamerika er fyri seg.

Hetta skuldi merkt í mun til søguligu gongdina, at Grønland var sterkasta norður- og millumamerikanska landsliðið um hugt verður eftir úrslitunum higartil, men orsaka av korona-støðuni var einki norður og millumamerikanskt endaspæl, og tí valdi Hassan Moustafa at geva USA sessin hjá Norður og Millumamerika til HM-endaspælið. Helst er tað fínari, at USA sleppur við framum Grønland. Ein kann bara loyva sær at gita.

Men meðan eingin er deyður av ella við Koronu í Grønlandi, og bert ein er aktivt smittaður í Grønlandi, so er korona-støðan ein heilt, heilt onnur í USA, og staðfestast má, at amerikanski HM-hópurin hevur fingið hetta at merkja nú.

Heili 17 spælarar og ein venjari í amerikanska bruttohópinum, ið hevur havt venjingarlegu í Vejen í Danmark hava fingið staðfest Korona.

Svenski landsliðsvenjarin hjá USA, Robert Hedin staðfestir, at USA sendir eitt høkjulið avstað við bert 12 spælarum. Við norska blaðið Aftenposten sigur Robert Hedin, at allarhelst er ein av spælarunum sum hevur ferðast úr USA til Vejen, ið hevur borið smittuna. Robert Hedin sigur seg ongar verjuspælarar hava nú, og væntar ein ógvuliga harðan arbeiðssetning hjá amerikanska liðnum at fáa bara nøkulunda góð úrslit. 

Robert Hedin hevur annars agerað sum ein annar Jackie Charlton, og hevur fingist nógv við ættargransking fyri at finna hondbóltsspælarar kring Evropa, ið hava eitt amerikanst foreldur ella eina amerikanska ommu ella abba, so hann kundi mannað liðið við habilum hondbóltsspælarum. Í sjálvum USA er hondbóltur ein marginal-ítróttur.

Í Grønlandi er hondbóltur ein stórur ítróttur, men tað taldi ikki nógv hjá Hassan Moustafa tá samanum kom.

USA skal hósdagin spæla fyrsta bólkadystin móti Eysturríki.

Hetta er hjartaliga synd fyri amerikanska hópin og dugnaliga venjaran, Robert Hedin. Hinvegin kann ein ikki lata vera við at hugsa, at Hassan Moustafa hevur fingið nakað at hugsa um. Hann gav ikki grønlendingum ein einasta møguleika at koma til umhugsunar at gerast umboð fyri Norður- og Millumamerika til HM-endaspælið í manshondbólti.

Vit vóna, at Grønland kemur sterkt aftur tá norður og millumamerikanska endaspælið verður avgreitt í 2022. 

 

 

 

Amerikanarar fingu eitt "Wild Card" til HM-endaspælið framum Grønland til HM-endaspælið í manshondbólti. Nú hava 17 spælarar í bruttohópinum og venjarin fingið staðfest Koronu