Iker Casillas útskrivaður

Fyrrverandi Real Madrid-málverjin veit ikki um hann fær hildið fram við at spæla fótbólt.

Iker Casillas og konan á veg heim frá sjúkrahúsinum fyrr í dag.

Iker Casillas og konan á veg heim frá sjúkrahúsinum fyrr í dag.

Spanski málverjin, Iker Casillas, er útskrivaður frá sjúkrahúsinum, hagar hann varð innlagdur síðsta mikudag eftir ein hjartatilburð, ið hann fekk eftir eina venjing við portugisiska felagnum, FC Porto.

37 ára gamli málverjin, sum spældi yvir 500 dystir við Real Madrid fram til 2015, er vorðin skurðviðgjørdur fyri ein blóðtøpp, og hann er ikki vísur í, um hann fær hildið fram við at spæla fótbólt.

- Eg veit ikki hvat framtíðin hevur at bjóða. Tað týdningarmesta er, at eg eri her, og at eg so stillisliga eri førur fyri at tosa, sigur Iker Casillas sambært Reuters.

Fólk kring allan heimin, og eitt nú kendir fótbóltsspælarar sum David Beckham og Xavi, sendu Iker Casillas heilsanir, tá ið tað kom fram, at hann var innlagdur. Hesar sigur hann seg vera glaður fyri.

- Eg skal vera takksamur, tí eg havi verið sera heppin. Eg ynski at takka øllum, sum fingu meg at føla meg elskaðan, segði Iker Casillas.

Iker Casillas og konan á veg heim frá sjúkrahúsinum fyrr í dag.