Illveðrið órógvar fyrireikingarnar til HM-undankappingina

Føroyska manslandsliðið er farið undir ferðina til Luksemborg, og bíðar nú eftir betri veðri í Vágum

Føroyski landsliðshópurin avmyndaður áðrenn fráferðina til Luksemborg

Føroyski landsliðshópurin avmyndaður áðrenn fráferðina til Luksemborg

Føroyska manslandsliðið í hondbólti er farið undir ferðina til Luksemborg, har Føroyar um vikuskiftið spæla tríggjar HM-undankappingardystir.

Eftir ætlan skuldi hópurin farið úr Føroyum klokkan 8.20, og venja í Keypmannahavn klokka 14.45.

Illveðrið hevur tó órógvað ætlanirnar nakað, tí fráferðin úr Vágum var í gjár flutt til klokkan 11.00 í dag, samstundis sum flúgvast skuldi umvegis Bergen. Sostatt fekk hópurin ikki verið íKeypmannahavn fyrr enn klokkan 15.15.

Framvegis verður bíða eftir veðrinum, og nú verður roynt aftur klokkan 12.00. Hópurin tekur sær av løttum á flogvøllinum meðan bíðað verður, og leikararnir hava fingið at vita, at ein venjing verður í Taastrup í kvøld í staðin.

Hópurin skal við flogfarið úr Keypmannahavn til Luksemborg í morgin ári, har venjing er á skránni bæði í annaðkvøld og í fríggjamorgun áðrenn fyrsta dystin ímóti Litava.

Føroyar spæla hesar tríggjar dystir í Luksemborg. FM1 sigur beinleiðis frá øllum trimum dystunum

Fríggjadagin 10/1 kl. 16.00: Føroyar – Litava

Leygardagin 11/1 kl. 14.00: Føroyar – Slovakia

Sunnudagin 12/1 kl. 16.30: Føroyar - Luksemborg

 

 

Føroyski landsliðshópurin avmyndaður áðrenn fráferðina til Luksemborg