Ímynd og formaður døma í Vági

Gurið og Bogi døma VB og Neistan nú klokkan 15.00

Gurið Krosslá Mortensen (nú Augustinussen) hevur í mong ár verið ein av størstu ímyndunum av VB og kvinnuhondbólti í Føroyum. Í dag roynir hon seg sum dómara í bestu deildini

Gurið Krosslá Mortensen (nú Augustinussen) hevur í mong ár verið ein av størstu ímyndunum av VB og kvinnuhondbólti í Føroyum. Í dag roynir hon seg sum dómara í bestu deildini

Ein dystur verður leiktur í SMS-deildini í dag, tá ið VB og Neistin spæla klokkan 15.00.

Dysturin hevur verið merktur av broyttu ferðaætlanini hjá Smyrli, sum hevur forðað dómarunum, sum skuldu vera Daniel Rapa og Jákup Sverri Kass, at náa suður til dystarbyrjan.

Neistaliðið var kortini komið til Vágs frammanundanm og ístaðin fyri at útseta dystin til í kvøld, prátaðu liðini saman um eina loysn.

Uppskotið var, at lata lokalt fólk døma dystin, og hesum játtaði bæði kappingarnevndin og dómaranevndin í Hondbóltssambandi Føroya.

Tí verður tað VB-ímyndin, Gurið Krosslá Augustinussen (fyrr Mortensen), sum dømir dystin saman við pápa sínum og formanni í VB, Boga Mortensen.

Dysturin byrjar sum ætlað klokkan 15.00.

Støðan í SMS-deildini áðrenn dystin:

NummarLiðDystirV.m.T.m.MunurStig
1Kyndil133442578720
2VÍF143823295320
3H71143863226418
4Neistin143412954618
5Stjørnan14336385-499
6StÍF14315405-907
7VB13283394-1114

Gurið Krosslá Mortensen (nú Augustinussen) hevur í mong ár verið ein av størstu ímyndunum av VB og kvinnuhondbólti í Føroyum. Í dag roynir hon seg sum dómara í bestu deildini