Ingason: Okur vóru ikki nógv verri enn HB (FM1)

(FM1) Hoyr Poul Ingason hjá TB taka samanum tepra 0-1 tapið móti HB við Stórá í Trongisvági

Her sæst Poul Ingason í dystinum hjá TB móti EB/Streymi við Margáir í Streymnesi

Her sæst Poul Ingason í dystinum hjá TB móti EB/Streymi við Margáir í Streymnesi

##med2##

Aftur í dag fall TB við æru aftaná ein dyggan innsats móti einum Topp-5 liði á heimavølli við Stórá í Trongisvági.

KÍ og B36 hava áður sannað, at tað krevur ein harðvunnan sigur at sleppa úr Trongisvági við trimum stigum, og í dag var tað oddaliðið HB, ið vann harðvunnan, men sera týðandi 1-0 sigur á TB við einum sigursmáli Dan í Soylu syrgdi fyri aftaná 12 minuttirs spæl.

Poul Ingason, ið aftur kom til onkran góðan málmøguleika fyri TB heldur avgjørt, at TB var ikki nógv verri enn oddaliðið við Stórá í dag.

Leikliga avrikið og hugburðurin gevur Poul Ingason vónir um, at tann fyrsti sigurin hjá TB hetta kappingarárið er ikki so ræðuliga langt burtur.

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra samrøðuna reportarin hjá FM1, Sjúrður H. Hoydal gjørdi við Poul Ingason. 

HER  ber til at hoyra: 1) Hoyr hvussu tað ljóðaði á FM1 tá frásøgumaðurin hjá FM1, Sjúrður H. Hoydal segði frá sigursmálinum hjá HB. 2) Hoyr samrøðuna Sjúrður H. Hoydal gjørdi við Teit Matras Gestsson. 

 

 

 

Her sæst Poul Ingason í dystinum hjá TB móti EB/Streymi við Margáir í Streymnesi

(Samrøða: Poul Ingason)