Ingi Højsted: Eg taki ikki synd í mær sjálvum

Fyrrverandi ungdómsspælarin í Arsenal fegnast heldur um, at hann fekk møguleikan í einum stórfelagi

Mynd: (Álvur Haraldsen) Ingi Højsted hevur júst gjørt sáttmála við Arsenal fyri tjúgu árum síðani

Mynd: (Álvur Haraldsen) Ingi Højsted hevur júst gjørt sáttmála við Arsenal fyri tjúgu árum síðani

Tað er áleið 18 ár síðani, at ein 15 ára gamal Ingi Højsted skiftur frá B36 til Arsenal. Hann er stóran vónin í føroyskum fótbólti, men skaðar gera sítt til, at miðvallarin aldrin fær sítt ordiliga gjøgnumbrot sum yrkisspælari.

Hann er í dag 34 ára gamal og hevur lagt fótbóltin afturum seg. Eftir tíðina í Arsenal spældi hann í tveimum umførum í B36, umframt eitt stutt tíðarskeið í enska Birmingham. Sum 27 ára gamal gavst hann sum fótbóltsspælari vegna skaðar.

- Eg eri glaður fyri tað, sum eg fekk møguleikan at uppliva. Tú vinnur einki við at verða bittur. Eg eri ikki ein persónur, sum tekur synd í sær sjálvum, sigur Ingi Højsted við heimasíðuna hjá norska TV2, sum hevur keypt rættindini til føroyskan fótbólt.

Ingi Højsted var bara 15 ára gamal, tá hann flutti til Norðurlondon at spæla fyri Arsenal. Her búði hann saman við Sebastian Larsson, sum síðani hevur havt eina yrkisleið í eitt nú Premier League, og hevur spælt 118 landsdystir fyri Svøríki.

##med2##

Í greinini fortelur hann eisini um skaðarnar, sum gjørdu enda á yrkisleiðini sum fótbóltsspælari. Hann sat uttanfyri meginpartin av tíðini í Arsenal við skaðum. Tá hann var um at koma fyri seg hendi tað aftur. Sum 27 ára gamal valdi Ingi at gevast við fótbóltinum. Hann býr í dag í Keypmannahavn og lesur á Aarhus Universitet, sum eisini hevur avdeiling í høvðusstaðnum í Danmark.

Mynd: (Álvur Haraldsen) Ingi Højsted hevur júst gjørt sáttmála við Arsenal fyri tjúgu árum síðani

Mynd: (Skýggjamynd) Í 2012 hittust Sebastian Larsson og Ingi Højsted eftir landsdyst á Tórsvølli