Ingi Olsen: Nakamura var munurin millum liðini í dag (FM1)

(FM1) Hoyr dystarendan H71-StÍF 21-24 (9-11), og hoyr samrøðu við H71-venjaran, Inga Olsen og fimmmálsskjúttan hjá StÍF, Lív S. Poulsen

Momoko Nakamura í StÍF-málinum var sambært H71-venjaranum avgerandi munurin tá StÍF vann 24-21 (11-9) á H71 í fyrstu hálvfinaluni

Momoko Nakamura í StÍF-málinum var sambært H71-venjaranum avgerandi munurin tá StÍF vann 24-21 (11-9) á H71 í fyrstu hálvfinaluni

##med2##

StÍF kann spæla seg í FM-finalurnar í SMS-deildini við einum sigri á H71 í høllini á Skála komandi týskvøld klokkan 18.

Tað er veruleiki aftaná 24-21 sigurin hjá StÍF á H71 í Hoyvíkshøllini. Í steðginum var StÍF á odda 11-9.

H71-StÍF 21-24 (9-11)

Toppskjúttar H71: Jana Mittún 6, Maria H. Weyhe 6 og Marita Mortensen 5.

Toppskjúttar StÍF: Haruka Gima 9, Karina B. Høgnesen 5 og Lív S. Poulsen 5.

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1:

1) Hoyr hvussu tað ljóðaði á FM1 tá frásøgumaðurin, Sjúrður H. Hoydal segði frá dystarendanum.

2) Hoyr samrøðuna Sjúrður gjørdi við Inga Olsen, venjara hjá H71 sum staðfestir, at málverjin hjá StÍF, Momoko Nakamura var avgerandi munurin millum liðini í kvøld. 

3) Hoyr samrøðuna Sjúrður gjørdi við annan fimmmálsskjúttan hjá StÍF, Lív S. Poulsen sum helt fyri, at tað var ótrúliga stuttligt at vinna ein slíkan dyst frammanfyri einari so góðari og lívligari fjøld. 

FM1 sigur beinleiðis frá aðru/seinnu hálvfinaluni millum StÍF og H71, ið byrjar týskvøldið klokkan 18.

 

 

Momoko Nakamura í StÍF-málinum var sambært H71-venjaranum avgerandi munurin tá StÍF vann 24-21 (11-9) á H71 í fyrstu hálvfinaluni

(H71-StÍF 21-24 (9-11) - hoyr dystarendan og samrøður við Inga Olsen og Lív S. Poulsen)