Ísland hevur strikað restina av kappingini

Heimir Guðjónsson og tveir føroyskir spælarar í Vali eru meistarar í Íslandi

Koronan er orsøk til, at íslendska landskappingin í fótbólti er liðug, hóast tað resta fýra umfør.

Flestu feløgini hava spælt 18 av 22 dystum, og Valur úr Reykjavík er átta stig frammanfyri FH úr Hafnafirði.

Venjari hjá Vali er Heimir Guðjónsson, sum í 2018 var venjari, tá ið HB vann FM.

Á liðnum hjá Vali eru Kaj Leo í Bartalsstovu og Magnus Egilsson.

Orsøkin til at síðsti parturin av íslendsku landskappingini er strikaður er koronan. Íslendsku myndugleikarnir hava fram til 17. november avlýst allan ítrótt, og tí hevur íslendska fótbóltssambandið KSÍ gjørt av, at tað ikki verður spælt meiri í ár – hvørki í landskappingini ella í steypakappingini.

Føroyski landsliðsmálverjin Gunnar Nielsen spælir við FH, sum endaði á øðrum plássi.

Meistaraheitið hjá Vali er tað 23. Valur var eisini meistari í 2018.