Ísland vann báðar seinnu dystirnar

Ísland vann bæði U16- og U18-kvinnulandystin, sum vóru í Høllini á Hálsi í gjár

Mynd: (hsf.fo) U18 landsliðið

Mynd: (hsf.fo) U18 landsliðið

Ísland vann bæði U16- og U18-kvinnulandystin, sum vóru í Høllini á Hálsi í gjár. U16-dystin vann Ísland 23-21 eftir støðuna 10-9 í hálvleikinum. Talan var um ein tættan, spennandi og fyri tað mesta væl spældan dyst.

Hjá Føroyum var saknur í dugnaliga spælskiparan og toppskjúttanum frá í gjár, Maria Pálsdóttir Nólsoy, sum breyt hondina í dystinum, men liðið vísti góða breidd í gjár og spældi fult upp við íslendska liðnum allan dystin. U16 landsliðið vann fyrra dystin 24-23.

Ísland vann eisini seinna U18 dystin. Dysturin var tó nógv tættari enn tann í fyrrakvøldið og var spennandi til tað seinasta. Ísland vann dystin 21-19, eftir hálvleiksstøðuna 12-9. Dagsins spælari hjá Føroyum var ein sera væl uppløgd Rakul Wardum í málinum, sum leingi helt Føroyum inni í dystinum í seinna hálvleiki. Tað var tó íslendska liðið, sum helt høvdið meira kalt seinast 5 minuttirnar og rann avstað við sigrinum.

U16:

Føroyar – Ísland 21-23 (9-10)

Málskjúttar hjá Føroyum:

Anna Elisabeth Halsdóttir Weyhe 6

Bjørk Frankdóttir Joensen 4

Birna Eyðunsdóttir 3

Anna Sigrunardóttir 3

Inga Maria Joensen 2

Brá Reginsdóttir 1

Lea Mohr 1

Sára Sigrunardóttir 1

##med2##

U18:

Føroyar – Ísland 19-21 (9-12)

Málskjúttar hjá Føroyum:

Jana Mittún 4

Elsa Egholm 3

Lea Lisberg 3

Frida Holm Jacobsen 2

Vár B. Zachariasen 2

Lív B. Zachariasen 2

Natasja Hammer 1

Hervør Niclasen 1

Alda Gilladóttir 1

Mynd: (hsf.fo) U18 landsliðið

Mynd: (hsf.fo) U16 landsliðið