Ítróttardokumentarurin: 9.79*

Í 1988 setti Ben Johnson heimsmet til OL í Seoul, men søgan er longri enn 9.79

Heitið á dokumentarinum vísur til tíðina, sum Ben Johnson rann teir hundrað metrarnar í Olympisku finaluni í Seoul í Suðurkorea í 1988. Orsøkin til stjørnuna, sum er viðmerkt aftanfyri er, at Ben Johnson seinni sama dagin bleiv kolldømdur fyri doping.

Síggj dokumentarin 9.79* á DR.dk við at trýsta HER 

Dokumentarurin fylgir teimum átta, sum runnu tann dagin. Millum annað heimskendi Carl Lewis, sum bleiv nummar tvey, men eftirfylgjandi fekk gullheiðursmerkið. Carl Lewis er ein maður við sterkur meiningum, og er ikki knallaður fyri doping. Hann heldur lítið um atburðin hjá Ben Johnson, ið er hansara kappingarneyti. 

Dokumentarurin fylgir tvídystinum teirra millum fram til OL finlauna. Her síggja vit fleiri tekin um, at Ben Johnson, sum er úr Kanada, ikki spælir heilt reint. Tú sleppur somuleiðis heilt tætt at Ben Johnson, sum í dag fyllur lítið í mun til tá. Ikki í kropsvekt, men í heimsmyndini. Hví endar ein maður sum Ben Johnson við at brúka doping?

Eisini verður hugt eftir hinum, sum runnu í finlauni. Onkur av teimum hevur síðani verið tikin fyri doping, meðan aðrir halda at teir eru snýttir fyri heiðursmerki, tí teir hava runnið móti snýtarum.

Dokumentarurin hevur nógvar góðar myndir frá finaluni og tíðini kring 1988, men tað er eisini hugaligt, at tað verður tosað við allar rennararnar aftur. Hvat teir hava upplivað síðani, og hvussu teir síggja finlauna í dag. 100 metrar finalan í Seoul í 1988, er ein tann mest umtalaða finalan naktantíð. Hetta er søgan um hví – og hvussu.

##med2##

Í ÍtróttarSosialinum frá januar 2016 fær hesin dokumentarurin fimm av seks stjørnum, men tað er ilt at peika á júst hví hann ikki skal fáa seks stjørnur. Hetta er ein framúr dokumentarur, sum kemur so væl afturum 100 m finaluna í Seoul í 1988, sum tað ber til. Allir høvðuspersónarnir eru við, uppstingin er framúr og forteljingin er avbera góð. Tað byrjar við finaluni og endar við finlauni, men til seinnu vísinginga eru tú so ómetliga nógv betri ílætin til at skilja hvat fer fram.

Í eftirmælinum verður sagt, at øll við ítróttaráhuga burdu hugt eftir hesum dokumentarinum. ”Tú verður drigin aftur til 1988, og so kastaður aftur og fram millum fortíðina og nútíðina, men upp á ein góðan máta”. Tað tók bara 9.79 sekund at renna finaluna í 1988, men upp á ein tíma og 19 minuttir verður tú rivin við til heimsmetið, sum fekk eitt langt eftirspæl.

Her er listin av dokumentarum og filmum, sum In.fo mælir til at síggja:

- Frá Diego til Maradona (Dr.dk)