Ítróttardómstólurin hevur fríkent Manchester City

Manchester City kann spæla í Champions League komandi tvey árini hóast alt

Ítróttardómstólurin hevur fríkent Manchester City fyri fíggjarligt svik, og harvið ógyldað tvey ára bannið hjá UEFA. Tað merkir, at Manchester City sleppur at luttaka í evropesiskum kappingum komandi tvey árini, hóast evropesiska fótbóltssambandið dømdi felagið úti í tvey ár.

Ítróttardómstólurin sigur í tíðindaskrivi, at Manchester City ikki hevur fram fíggjarsvik, sum er í móti reglugerðini hjá FIFA og UEFA. Tó stendur ein partur av bótini við. Sagt verður, at Manchester City ikki samarbeitti nóg væl við myndugleikarnar hjá UEFA, tá málið bleiv kannað.

Manchester City er nummar tvey í Premier League og hevur tí rætt at luttaka í Champions League komandi kappingarár. Ein kapping, sum Manchester City enn er partur av í hesum kappingarárinum.