Ítróttarjournalistur skal hjálpa ÍF

ÍF hevur í dag gjørt avtalu við Agnar Prestá, um at hann skal verða hjálparvenjari hjá Ólavi Larsen

ÍF hevur í dag gjørt avtalu við Agnar Prestá, um at hann skal verða hjálparvenjari hjá Ólavi Larsen í ÍF. Agnar Prestá er í dag best kendur sum ítróttarskrivari á potalinum, men hann hevur fleiri royndir sum venjari.

Hann hevur verið hjálparvenjari hjá Mikkjali K. Thomassen og KÍ í 2016. Hartil hevur hann verið ungdómsvenjari í KÍ í fleiri ár. Hann skal nú saman við Ólavi Larsen venja besta mansliðið hjá ÍF, sum millum annað hevur fingið tilgongd av Steinbjørni Olsen og Ólavi Niclassen úr KÍ.

- Eg eri ógvuliga fegin um at hava fingið hendan møguleikan. Samtalurnar við Ólav hava verið góðar, og projektið tykist at vera spennandi. Eg havi seinastu árini havt spennandi uppgávur í ungdómsfótbóltinum, og haldi, tíðin er tann rætta at taka stigið upp. Gleði meg at koma í gongd við arbeiðið og royna at vera við til at flyta ÍF víðari, sigur Agnar Prestá í stuttari viðmerking við Facebook síðuna hjá ÍF.

Styrki hjá nýggja hjálparvenjaranum liggur ikki í stuttum viðmerkingum, tí hann hevur verið virkin í miðlum við viðmerkingum og skriving. Hann starvast hjá portal.fo, men hevur eisini verið at hoyrt í hinum miðlunum, tá brúk hevur verið fyri metingum. Tað eru bæði fakligi kunnleikin, men eisini eldhugurin fyri fótbóltinum, sum ger at Agnar er tann rætti fyri ÍF, sigur venjarin:

- Fyri meg er samansetingin av venjaratoyminum ómetaliga umráðandi, og eri ótrúliga væl nøgdur við tað sum vit hava sett saman, men tað manglar sjálvsagt ein hjálparvenjari, sum veruliga kann flyta okkum frameftir og taka fatur á detaljur, sum kunnu betra liðið og felagið, sigur Ólavur Larsen og leggur afturat:

- Tað sum vit hava leita eftir er, ein ungur og ágrýtin venjari, sum veruliga hevur áhuga og dirvi at takast við fótbólt, sum kann koma við nýggjum eygum og samstundis taka ábyrgd. Agnar hevur eitt sera gott høvd og setur flugubein við alt tað eg ynski av eini høgru hond, tí var ikki tað ikki so torført at velja og eri sera takksamur fyri at hann valdi at taka av tilboðnum frá ÍF, sigur Ólavur Larsen at enda.

Agnar Prestá er millum annað venjari hjá U17-liðnum hjá KÍ, sum í ár vann steypakappingina.

##med2##

ÍF skrivar:

Vit kunnu í dag almannakunngera, at vit hava gjørt sáttmála við ein nýggjan hjálparvenjara.

Agnar Prestá (fyrr Frederiksen) kemur komandi árið at virka sum hjálparvenjari undir Ólavur Larsen. 28 ára gamli klaksvíkingurin er, hóast sín unga aldur, ein lutfalsliga royndur venjari. Venjarayrkið byrjaði longu í 2009, tá hann sum 16 ára gamal fór til verka. Her vandi hann ein árgang hjá KÍ, og fylgdi hesum árganginum líka til 2015 – her kann nevnast at U21 landsliðsleikarin Jonn Johannesen var partur av tí árganginum.

Í 2016 var hann hjálparvenjari undir Mikkjal Thomassen í KÍ, har hann var við til at fáa bæði Ólavur Niclasen og Steinbjørn Olsen, sum í ár koma at spæla í reyðum, á fremsta liðið hjá KÍ. Í 2018 var hann við til at skipa fyri yvirornaðari meirvenjing og venjing hjá fleiri árgangum í KÍ. Agnar hevur eisini roynt seg uttanlands, tí í 2019 og 2020 var hann knýttur at “elite” venjaratoyminum hjá KB, sum hevur tilknýtið til danska stórfelagið FCK. Tá korona rakti, kom Agnar heim aftur, og tók við U17 liðnum hjá KÍ, sum eisini vann steypakappingina í fjør.

Útyvir nógvar praktiskar venjararoyndir, so hevur Agnar eisini virkað sum ítróttarjournalistur hjá Portal.fo, og hevur eisini virkað sum viðmerkjari og serfrøðingur hjá Kringvarpinum, R7 og Televarpinum. Vit meta tí, at vit hava funnið rætta mannin at hjálpa Ólavur, og vit síggja fram til at fáa Agnar í toymið, sum skal bera ÍF fram á leið. Hetta verður so aðru ferð, at Agnar skal royna seg sum hjálparvenjari í fremstu deildini, og hann sær fram til uppgávuna: 

- Eg eri ógvuliga fegin um at hava fingið hendan møguleikan. Samtalurnar við Ólav hava verið góðar, og projektið tykist at vera spennandi. Eg havi seinastu árini havt spennandi uppgávur í ungdómsfótbóltinum, og haldi, tíðin er tann rætta at taka stigið upp. Gleði meg at koma í gongd við arbeiðið og royna at vera við til at flyta ÍF víðari, sigur Agnar í stuttari viðmerking í dag.

Spurdur, hví valið fall á júst Agnar, sigur høvuðsvenjarin. - Fyri meg er samansetingin av venjaratoyminum ómetaliga umráðandi, og eri ótrúliga væl nøgdur við tað sum vit hava sett saman, men tað manglar sjálvsagt ein hjálparvenjari, sum veruliga kann flyta okkum frameftir og taka fatur á detaljur, sum kunnu betra liðið og felagið, sigur Ólavur Larsen og leggur afturat:

- Tað sum vit hava leita eftir er, ein ungur og ágrýtin venjari, sum veruliga hevur áhuga og dirvi at takast við fótbólt, sum kann koma við nýggjum eygum og samstundis taka ábyrgd. Agnar hevur eitt sera gott høvd og setur flugubein við alt tað eg ynski av eini høgru hond, tí var ikki tað ikki so torført at velja og eri sera takksamur fyri at hann valdi at taka av tilboðnum frá ÍF, sigur Ólavur Larsen at enda.

Mynd: (FSF) Agnar Prestá verður fagnaður av sínum spælarum, tá KÍ U17 vann steypafinaluna