Ítróttarmálaráðharrin: Umstøðurnar hjá summum ítróttum mugu betrast (FM1)

(FM1 á OYL) Hoyr samrøðu við Høgna Hoydal, ið eisini er landsstýrismaður í ítróttarmálum

Her sæst Høgni Hoydal saman við konuni, Hildur, ÍSF forsetanum, Elin H. Joensen og Anniku Olsen, borgarstjóra í Tórshavnar kommunu til triathlon kappingina ígjár

Her sæst Høgni Hoydal saman við konuni, Hildur, ÍSF forsetanum, Elin H. Joensen og Anniku Olsen, borgarstjóra í Tórshavnar kommunu til triathlon kappingina ígjár

##med2##

Høgni Hoydal, mentamálaráðharri er á oyggjaleikunum í Gibraltar. Undir mentamálum hoyrir eisini ítróttur, so Høgni Hoydal er eisini ítróttarmálaráðharri.

FM1 hevur bandað eitt oyggjaleikaprát við Høgna Hoydal, ið hevur upplivað oyggjaleikir tvær ferðir áður. 

Fyrru ferð var á oyggjaleikunum í 1989, tá Høgni Hoydal var millum tey sjálvbodnu hjálparfólkini, og seinnu ferð var á oyggjaleikunum í 1997 á Jersey, tá Høgni Hoydal var reportari hjá farna Sjónvarp Føroya. 

Høgni er fegin um aftur at verða á oyggjaleikum, og hava møguleikan at stuðla føroyskum ítróttarfólkum í ymiskum kappingum. Høgni staðfestir tó, at tað eru nakrar ítróttargreinar heima í Føroyum, ið ikki eru oyggjaleikaklárar um Føroyar skulu hýsa oyggjaleikunum aftur. Serliga er talan um umstøðurnar hjá golf. skjóting og bogaskjóting, og tennis má eisini fáa betraðar umstøður um ein oyggjaleikakapping skal verða í tennis.

Omanfyri ber til at hoyra samrøðuna FM1 hevur gjørt við Høgna Hoydal.

##med3##

Her sæst Høgni Hoydal saman við konuni, Hildur, ÍSF forsetanum, Elin H. Joensen og Anniku Olsen, borgarstjóra í Tórshavnar kommunu til triathlon kappingina ígjár

(Samrøða við Høgna Hoydal)