ÍtróttarSosialurin: Elias til svensku meistararnar

Elias Ellefsen á Skipagøtu hevur gjørt sáttmála við svenska meistaraliðið, IK Sävehof

Elias Ellefsen á Skipagøtu hevur gjørt sáttmála svenska meistaraliðið, IK Sävehof. - Tað vóru teir, sum mest vildu hava meg, sigur føroyska stórtalenti við ÍtróttarSosialin, sum er komin á gøturnar í dag. Les samrøðu við Elias Ellefsen á Skipagøtu í blaðnum í dag.

Les eisini alt um dramatikkin í steypakappingini í hondbólti undir heitinum: ”Tí elska vit steypahondbólt: Átta dystir og dramatikkur til seinastu sekundini”.

Hallarstuðul: Fótbóltsfeløg fáa 250.000 - hondbóltsfeløg fáa einki:

- Tað finst eingin logisk forkláring uppá hví man ger so stóran mun á, sigur H71-forkvinnan um ójavnan stuðul frá kommununi.

Hetta gevur góðar møguleikar, siga tey úr kurvabólti um ætlanirnar hjá Tórshavnar kommunu at lata upp fyri ókeypis summarvenjing.