Ítrottarsosialurin: Gulldreingirnir gera tvær broytingar til Týsklandsferð

U17-landsliðið í manshondbólti spælir ímillum jól og nýggjár fyri fyrstu ferð síðani European Open-sigurin

(Mynd: Harald Bjørgvin) Gullvinnararnir á U17-landsliðnum eru bodnir til kapping millum jól og nýggjár

(Mynd: Harald Bjørgvin) Gullvinnararnir á U17-landsliðnum eru bodnir til kapping millum jól og nýggjár

Føroysku gulldreingirnir á U17-landsliðnum eru bodnir til kapping í Týsklandi ímillum 28., 29. og 30. desember.

Kappingin eitur Sparkassen Cup, verður hildin í Merzig í týska landslutinum, Saarland, og er fyri átta innbodnum liðum.

Hetta er fyrsta kappingin síðani European Open í Svøríki í summar, har føroysku dreingirnir tóku hondbóltsheimin á bóli og vunnu gull.

Í Ítrottarsosialinum mánadagin var samrøða við annan venjaran at lesa, og hópurin var eisini at síggja.

(Les greinina um gulldreingirnar í Sosialinum við at trýsta HER)

Hópurin sær soleiðis út. (Skotin mál eftir hagtølunum hjá Miðlahúsinum - dagførd 09/12/2019)

NavnPlássFelagMál í Okkaradeildini hetta kappingarárið
Pauli JacobsenMálverjiSkanderborg
Brandur SilvursteinMálverjiSkjern
Baldur GillasonVinstri vongurH714
Kristoffur BjørgvinnVinstri vongurKyndil24
Pauli MittúnVinstri bakkurH7136
Bjarni í SelvindiVinstri bakkurSTÍF23
Ovi LutzenVinstri bakkurKyndil4
Elias Ellefsen á SkipagøtuSpælskipariH7123
Rói Ellefsen á SkipagøtuSpælskipariISI
Silas VangHøgri bakkurH71
Sveinur OlafssonHøgri bakkurH71
Bogi HansenHøgri vongurH715
Hákun West av TeigumHøgri vongurSkanderborg
Ragnar KarlssonStrikuspælariH71
Viktor Nørlyng GainiStrikuspælariGOG
Sakir Tróndarsson FrýdalStrikuspælariH71

Bjarni í Selvindi og Silas Vang eru nýggir í mun til hópin í summar.

Teir avloysa Bryan Slyne og Janus Dam Djurhuus ,sum hevur brotið óstbeinið.

Hesi luttaka í Sparkassen Cup

Týskland

Ísland

Niðurlond

Sveis

Hvítarussland

Italia

Føroyar

Saarland

 

 

(Mynd: Harald Bjørgvin) Gullvinnararnir á U17-landsliðnum eru bodnir til kapping millum jól og nýggjár