Ítróttur: Hesi hava avlýst sítt virksemi

KÍ, B36, NSÍ, HB, AB eru millum fótbóltsfeløgini, sum saman við Fimleika-, Hondbólts- og Badmintonsambandið øll hava meldað út

Allur ítróttur kring landið eigur at verða avlýstur hesar næstu vikurnar. Tað er boðskapurin frá Ítróttarsambandinum í morgun. Fleiri feløg og ítróttarsambond hava meldað út, at tey steðga øllum virksemi komandi tvær vikurnar.

Millum teirra eru fótbóltsfeløgini HB, B36, NSÍ, KÍ, AB, MB, FC Hoyvík, TB, B68, ÍF, Skála, Víkingur, Fimleikasambandið, Hondbóltssambandið og Badmintonsambandið. Forsetin í Fótbóltssambandinum sigur við Kringvarpið á døgurða, at arbeitt verður við at avlýsa allan fótbólt komandi tvær vikurnar, eftir tilmælinum frá mynduleikinum í dag.

- Vit arbeiða við eini ætlan, har allur fótbóltur verður avlýstur í vær vikur. Vit koma við eini fráboðan seinni í dag. Eg fái ikki tikið avgerðina einsamallur, men eg rokni við at tað verður avlýst. Vit vilja gjarna tosa við allar partar og tosa við Kappingarnevndina, men eg vænti at tað verður avgerðin, sigur Christian F. Andreasen, forseti í Fótbóltssambandinum, við Kringvarpið á døgurða.

Fótbóltssambandið hevði annars fund í gjár við feløgini í Betri deildini, har tað bleiv avgjørt at spæla uttan áskoðarar restina av mars mánaði. Hetta var áðrenn tíðindafundin hjá Mette Frederiksen í gjárkvøldið, og tíðindafundin í morgun við Bárði á Steig Nielsen.

Ítróttasamband Føroya mælir til at allur ítróttur verður avlýstur komandi tvær vikurnar.

– Venjingar, dystir, kappingar og annars øll tiltøk í føroyska ítróttaheiminum – bæði innandura og uttandura – eiga at at v erða útsett, fyribils í tvær vikur í øllum deildum og aldursbólkum, sigur Elin Heðinsdóttir Joensen, forseti í ÍSF.

Hesa áheitan sendir hon ítróttafeløgum og sambondum, eftir at landsstýrið hevur hert corona-tiltøkini fyri at minka um smittavandan av corona

– Vit hava øll møguleika at taka ábyrgd, tí hvør einstakur kann gera sítt til at minka um smittuvandan. Eg heiti staðiliga á føroyska ítróttaheimin um, at taka støðuna í størsta álvara. Vísa vit samfelagssinni og rættan hugburð, so megna vit nógv í hesi truplu støðu, sigur forsetin í ÍSF.

– Føroyskur ítróttur skal undir ongum umstøðum verða ein smittukelda. Við at steðga á nú, bindur føroyski tróttaheimurin um heilan fingur og er við til at basa smittuni, sigur Elin Heðinsdóttir Joensen.