Ítrótturin byrjar aftur 9. mai

Heil lið kunnu tó enda í sóttarhaldi, um ein verður smittaður

Á tíðindafundi í dag kunngjørdi Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, at ferð verður aftur sett á Føroyar. Millum annað verður ítróttur aftur á skránni frá 9. mai.

- Ítróttakappingar kunnu byrja aftur leygardagin 9. mai undir skipaðum umstøðum. Mælt verður til, at bæði vetrarítróttur, ið er innandura, og summarítróttur, ið er uttandura, verða í fyrstu atløgu spæld uttan áskoðarar, boðar løgmaður frá.

Bjarni á Steig, yvirlækni á Landssjúkrahúsinum, segði tó í svarið til spurning á tíðindafundinum, at verður ein spælari smittaður og hevur spælt dyst, so skulu bæði liðini í sóttarhald.

COVID-19 smittan smittar serliga við dropum, og tí er sveitti og kropskontakt ikki ein góð samanseting verður sagt. Hetta verður tó sæð burtur frá, tá talan verður um ítrótt. Pál Weihe, lækni, segði í samrøðu við Kringvarpið, at hann ikki vildi mótsiga tilmælunum, men vísti á smittuvandan í liðítrótti.