Ivan bjargaði málleysum Barcelona

La liga: FC Barcelona og Real Madrid liggja stavn um stavn, men í gjár mátti Lionel Messi fáa hjálp

FC Barcelona og Real Madrid liggja stavn um stavn í sponsku landskappingini. Í gjár vann FC Barcelona 1-0 á Athletic Bilbao og er trý stig fremst, men Real Madrid spælir í kvøld.

Í gjár mátti Lionel Messi fáa hjálp, fyri at knúgva gestunum úr baskaralandinum. Argentinski bóltsnillingurin, sum fyllur 33 ár í dag, royndi sum best at seta hol á, men tað gekk ikki. Tað bleiv avgerandi fyri dystin, at ungu Ansu Fati og Riqui Puig saman við Ivan Rakitic komu á vøllin.

Serliga Riqui Puig passar væl til spælistílin, sum vit kenna FC Barcelona fyri. Han setti ferð á spælið, men tað var royndi kroatin, Ivan Rakitic, ið átti avgerandi fótin eftir upplegg frá Lionel Messi. Við sigrinum hevur FC Barcelona lagt seg á odda í La Liga, men í kvøld kann Real Madrid endurvinna sessin.

Vinna bæði liðini dystirnar, sum eru eftir, so enda tey jøvn í stigum. So verður tað Real Madrid, sum verður meistari, tí liðið er betri innanhýsis.

1Barcelona31215570:3168
2Real Madrid30198357:2165
3Atlético Madrid311413439:2255
4Sevilla311411644:3253
5Getafe311310840:2949
6Villarreal311461149:4048
7Real Sociedad301451147:3847
8Valencia301210841:4346
9Granada311271237:3643
10Athletic Bilbao311012933:2742
11Levante311151537:4438
12Osasuna308111135:4635
13Alavés30981331:4535
14Real Betis308101240:4834
15Real Valladolid317131126:3634
16Celta Vigo306121228:3530
17Eibar30781531:4729
18Mallorca30751829:5026
19Leganés315101623:4425
20Espanyol30591626:4924