Jákup á Borg: Vit skulu aftur tora at droyma (FM1)

(FM1) Europa League: B36 skal í kvøld spæla móti The New Saints úr Wales

##med2##

##med3##

Ævintýrið hjá B36 í Evropa heldur fram í kvøld, har B36 skal spæla móti The New Saints í 2. undanumfari í Europa League. Talan er um eitt mótstøðulið, sum ikki hevur regluligan fótbólt síðani koronasteðgin, men ger ikki at B36 undirmetir mótstøðuliðið í kvøld.

- Vit hava roynt fyrr at spæla móti bretskum liðnum, tá tey bara hava spælt nakrar venjingardystir. Vit hava spælt móti Linfield, Crusaders og The New Saints. Tey eru altíð væl fyri og tað liggur í teirra natúru at spæla við nógvari orku og høgum tempo, sigur Jákup á Borg venjari hjá B36.

Hann metir at The New Saints kemur at spæla áleið eins og estiska Levadia Tallinn, sum B36 vann á í 1. undanumfarinum í Europa League á Tórsvølli.

- Teir spæla skjótt og flyta seg nógv. Teir minna eitt sindur um Levadia Tallinn. Spæla nógvar stuttar avleveringar og gera nógvar flytingar. Tí ræður um hjá okkum at órógva teir, so vit ikki enda sum statistar, sigur venjarin hjá B36.

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra samrøðuna Árni Gregersen, tíðindamaður hjá FM1 hevði við Jákup á Borg fyri løtu síðani. 

Talan er bara um ein dyst í hesi uppgerðini. Tí skal B36 fyrireika seg upp á fleiri støður gjøgnum dystin, tí tað er ongin returdystur at vinna innaftur tað, sum verður tapt í kvøld.

- Tað eru fleiri støður, sum vit hava fyrireikað okkum til. Onkra løtu fara vit trýsta langt frammi á vøllinum, meðan vit aðrar løtur koma at verja tætt okkara egna máli, sigur Jákup á Borg, sum saman við venjaratoyminum hevur greinað mótstøðuliðið í dag.

##med4##

- Vit hava fyrireikað okkum eins og til hinar dystirnar í Evropa. Vit hava sæð sjónbond av mótstøðuliðnum og spælararnir vita hvjørum teir koma at møta, sigur Jákup á Borg.

Skulu tora at droyma

Tað segði Jákup á Borg undan dystinum móti Levadia Tallinn. Tá vann B36 í longdu leiktíðini. Nú er boðskaðurin tann sami, men tað krevur at spælararnir skulu gera alt tað harða arbeiði.

- Vit skulu tora at droyma okkum víðari og vit skulu verða til staðar til hendan dystin, tí í morgin er ov seint. Vit vita hvat liggur í hesum spælarum. Tað hava vit sæð í Evropa fyrr og móti eitt nú KÍ í ár. Tað krevur tó, at vit halda avtalur og tey smá tingini rigga. Vit fara at fáa ilt í dag og tað fer at pína, men vit skulu tora at droyma okkum víðari, sigur Jákup á Borg at enda.

##med3##

B36 verður uttan Erlend Magnusarson, Hugin Samuelsen, Brian Jakobsen, Bjarna Petersen, sum allir eru skaddir. Dysturin móti The New Saints byrjar klokkan 19. FM1 og In.fo hava beinleiðis frásøgn frá dystinum.

Øll kunnu hoyra FM1 HER

##ms##

(Samrøða við Jákup á Borg undan dystinum móti TNS New Saints)