Jákup ætlar sær at vinna í Bulgaria

Tað verður fyrsta ferðin, at føroyskur og bulgarskur fótbóltur á hægsta støði bresta saman, tá ið B36 hóskvøldið fer at spæla ímóti CSKA Sofia

Bulgaria er eitt av londununum í Europa, sum føroyskur fótbóltur hevur havt minst av øllum við at gera.

Í landsliðshøpi hava Føroyar og Bulgaria ongantíð dystast, og føroysk feløg hava ongantíð spælt ímóti bulgarskum feløgum í europeisku kappingunum. Tó eigur at vera lagt aftrat, at U-19 landsliðið hjá Føroyum í 2017 spældi ímóti Bulgaria, sum vann 2-0, og at úrslitið var 0-0 í U-19 landsdysti í 2007.

Tað verður altso fyrsta ferðin yvirhøvur, at føroyskur og bulgarskur fótbóltur á hægsta støði hittast, tá ið CSKA Sofia og B36 hóskvøldið klokkan 18 bresta saman.

Koronan er orsøk til, at tað ikki vera áskoðarar kring vøllin.

Í Føroyum fer at bera til at síggja dystin á Rás1 hjá Televarpinum.

Bulgaria er nummar 27 á europeiska styrkislistanum, meðan Føroyar eru á 53. plássi. Í Europa eru bara Andorra og San Marino niðanfyri Føroyar.

Men í Europa kappingunum hava føroysk feløg staðið seg væl í ár. Best av øllum hevur tað ligið fyri hjá B36, sum hevur varpað St Josep´s úr Gibraltar (2-1), FC Levadia (4-3 eftir longda leiktíð) og The New Saints (eftir brotssparkskapping) úr Europa League.

Og nú bíðar sigursvandasta felagið í Bulgaria, sum eigur heimavøll.

B36 ferðalagið fór úr Vágum í morgun og seint seinnapartin var ferðalagið, sum telur 36 fólk, á Hilton gistingarhúsinum í Sofia, har tað verður hildið til fram til fríggjamorgunin, tá ið leiðin gongur heim aftur til Føroya.

Spurningurin er so, um europeiska ævintýrið hjá B36 verður av hóskvøldið, ella um talan verður um nýggja avbjóðing.

-Vit eru ikki í Bulgaria fyri at tað skal endað við heiðurligum tapi. Vit eru í bulgarska høvuðsstaðnum, tí vit ætla at arbeiða og stríðast fyri at vinna ímóti CSKA Sofia og harvið spæla okkum víðari í kappingini, sigur B36 venjarin Jákup á Borg.

Og hann veit, hvat tað snýr seg um, og hvussu tað kann tørna út:

-Tað ræður um at avgera í vanligari leiktíð, og um tað ikki eydnast, so hava vit víst, at okkum dámar væl, tá ið tað er dramatiskt, og tað er neyðugt við bæði longdari leiktíð og eisini brotssparkskapping, sigur B36 venjarin Jákup á Borg.

B36 fer at venja í morgin og aftur mikudagin.

CSKA Sofia hevur 30 ferðir vunnið bulgarska meistaraheitið. Í fjør endaði liðið á øðrum plássi.

Tvær ferðir er tað eydnast CSKA Sofia at spæla seg í hálvfinaluna í europeisku kappingini fyri meistaralið. Tað var í 1967 og aftur í 1982. Í 1989  var felagið í hálvfinaluni í europeisku kappingini fyri steypavinnarar.

Tríggjar ferðir er tað eydnast felagnum at vinna seg í bólkaspælið í UEFA Cup/UEFA Europa League – í 2005-06, 2009-10 og 2010-11.