Jákup bjargaði brotssparki í Svøríki

Fyri næstan 19 árum síðani megnaðu Føroyar málleysan javnleik á útivølli ímóti Svøríki

Føroyska fótbóltslandsliðið hevur eina ferð áður verið í Svøríki og roynt seg, og tá spældi tað væl av.

Fyri skjótt 19 árum síðani varð roynt við fyri kapping millum Norðurlond. Tað gekk striltið at fáa kappingina avgreidda, og hon datt beinanvegin niðurfyri.

Tað var í hesi kappingini, at Svøríki hevði vitjan av Føroyum. Hetta var 31. januar 2001. Dysturin varð spældur í fótbóltshøll í Växjö, og tað endaði við málleysum javnleiki, sum varð mett at vera ógvuliga gott úrslit.

Allan Simonsen var venjari hjá Føroyum í 2001. Í fyrra hálveiki vardi Jákup Mikkelsen føroyska málið. Faroesoccer.com veit at siga, at Jákup bjargaði brotssparki, sum Markus Johannesson tók sær av.

Allir spælararnir á svenska liðnum ta ferðina umboðaðu svensk feløg uttan tveir, sum umboðaðu norska Stabæk og danska Lyngby BK. Ein av spælarunum á svenska liðnum var 19 ára gamli Zlatan Ibrahimovic, sum umboðaði Malmö FF. Hetta var fyrsta ferðin, at Zlatan Ibrahimovic var á svenska landsliðnum, sum hann umboðaði 116 ferðir og skoraði 62 mál.

Á føroyska liðnum, sum 31. januar í 2001 megnaði 0-0 í Svøríki, vóru hesir: Jákup Mikkelsen (Jens Martin Knudsen, 46.) – Jóhannis Joensen, Óli Johannesen, Hans Fróði Hansen – Allan Mørkøre, Sámal Joensen (Pól Thorsteinsson, 58.), Fróði Benjaminsen (Súni Olsen, 58.), John Petersen (Rógvi Jacobsen, 58.), Øssur Hansen (Christian Høgni Jacobsen, 77.) – Uni Arge (Andrew av Fløtum, 77.), Todi Jónsson (Kurt Mørkøre, 77.

Týsdagin 11. juni í 2013 í 2013 spældu Svøríki og Føroyar HM undankappingardyst á Friends Arena í Stokholm.

Úrslitið var 2-0. 32858 eygnavitni sóu Zlatan Ibrahimovic skorað bæði málini. Tað seinna var við brotssparki átta minuttir undan leikloki og tríggjar minuttir eftir, at Andreas Granqvist hevði sæð reyða kortið og Svøríki varð undirmannað.

Sjey spælarar, sum vóru í Svøríki fyri gott og væl seks árum síðani, eru eisini í føroyska hópinum íkvøld. Teir eru Gunnar Nielsen, Atli Gregersen, Viljormur Davidsen, Jóan Símun Edmundsson, Heini Vatnsdal, Ári Mohr Jónsson og Teitur Matras Gestsson.