Jákup: Eg eri stoltur av spælarunum (FM1)

(FM1) Hoyr hvussu B36 vann 3-0 á NSÍ við Løkin í Runavík, og hoyr høvuðsvenjaran, Jákup á Borg seta orð á sigurin

Jákup á Borg er sera stoltur av sínum spælarum aftaná 3-0 sigurin á NSÍ í Runavík (Savnsmynd)

Jákup á Borg er sera stoltur av sínum spælarum aftaná 3-0 sigurin á NSÍ í Runavík (Savnsmynd)

##med2##

B36 vann ein sera týðandi 3-0 sigur á NSÍ við Løkin í Runavík. MIchal Przybylski legði B36 á odda tá bert seks minuttir vóru spældir. Fimm minuttir undan steðginum økti Benjamin Heinesen til 2-0. Eitt lítið korter inn í seinna hálvleik staðfesti sami Benjamin Heinesen sigurin, ið merkir, at B36 er á odda við 53 stigum, fimm stig meira enn NSÍ og KÍ, ið spæla útsettan dyst mikukvøldið ella hóskvøldið.

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1:

1) Hoyr hvussu tað ljóðaði á FM1 tá frásøgumaðurin, Tróndur Arge segði frá teimum trimum málunum. Oddbjørn Joensen var viðmerkjari.

2) Hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við høvuðsvenjararan hjá B36, Jákup á Borg sum sigur seg verða sera stoltan av sínum spælarum. Jákup viðgongur, at tað var ikki bara vakurt og polerað, men hann er framúr nøgdur við avrikið, og ikki minst avrikið hjá Benjamin Heinesen í kvøld.

3) Hoyr samanumtøkuna hjá Tróndi Arge og Oddbirni Joensen. Oddbjørn heldur, at aftaná at hava vunnið 2-0 í Klaksvík og 3-0 í Runavík má B36 átaka sær FM-favoritt leiklutin.

HER  ber til at hoyra samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við hjálparvenjaran hjá NSÍ, Jens Martin Knudsen. 

Jákup á Borg er sera stoltur av sínum spælarum aftaná 3-0 sigurin á NSÍ í Runavík (Savnsmynd)

(Málini NSÍ-B36 0-3, samrøða við Jákup á Borg og samanumtøka: Oddbjørn Joensen)