Jákup: Eg fari úr starvinum við uppreistari pannu (FM1)

(FM1) Jákup á Borg, fyrrverandi høvuðsvenjari hjá B36 var gestur í Fótbóltspanelinum á FM1 seinnapartin í dag

Jákup á Borg var gestur hjá Tróndi Arge í Fótbóltspanelinum á FM1 seinnapartin í dag

Jákup á Borg var gestur hjá Tróndi Arge í Fótbóltspanelinum á FM1 seinnapartin í dag

##med2##

- Eg fari úr starvinum við uppreistari pannu. Orðini eigur Jákup á Borg, fyrrverandi høvuðsvenjari hjá B36.

Jákup á Borg var gestur hjá Tróndi Arge í Fótbóltspanelinum á FM1 seinnapartin í dag.

Fyrst numu Tróndur og Jákup við skilnaðin, ið hendi millum Jákup og B36.

Jákup slær fast, at hann er ikki beiskur, men hann hevði ynskt, at summi ting vóru frágingin betur. Heldur enn at geva sær ein longdan sáttmála uppá eitt ár aftrat til kappingarárið 2021, so heldur enda lutin hjá B36 í steypakappingini, og so heldur avroknað aftaná steypakappingina um framtíðarlutin hjá Jákupi.

Tað verður ikki fyrsta dagin Jákup drekkur kaffi í B36-húsinum, men hann vónar, at tað verður rættiliga skjótt.

Tróndur og Jákup tóku eisini samanum tey fýra kappingarárini Jákup hevur staðið við róðri í B36. Summarið í 2018 er eitt serliga kært minnið, tá B36 kom tvær ferðir víðari í Europa League og vann eina minniliga steypafinalu á HB við bert níggju monnum. 

Jákup hevur fingið boðið starv í øðrum felagi, men hevur valt ikki at taka av einum venjarastarvi enn.

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra sendingina. 

##med3##

Jákup á Borg var gestur hjá Tróndi Arge í Fótbóltspanelinum á FM1 seinnapartin í dag

(Fótbóltspanelið 19. november 2020. Gestur: Jákup á Borg)