Jákup Martin er ikki nøgdur við javnleik í Gøtu (FM1)

(FM1) Hóast mong vilja nevna tað ein góðan javnleik sær EB/Streyms-venjarin heldur uppá javnleikin sum tvey mist stig

Høvuðsvenjarin hjá EB/Streymi, Jákup Martin Joensen er ikki nøgdur við javnleikin móti Víkingi á útivølli (Savnsmynd)

Høvuðsvenjarin hjá EB/Streymi, Jákup Martin Joensen er ikki nøgdur við javnleikin móti Víkingi á útivølli (Savnsmynd)

##med2##

Veddingarfyritøkurnar og sonevndu "ekspertarnir" høvdu Víking sum ein greiðan favoritt at vinna á EB/Streymi á heimavølli í kvøld, men soleiðis bleiv ikki. 

Jóannes Hansen skrivaði m.a. hetta um dystin á in.fo fyrr í kvøld: - Í Gøtu royndi heimaliðið at svara aftur og javna, eftir at Ragnar B. Danielsen við brotssparki hevði lagt gestirnar framum. Tað eydnaðist, tá ið Vukasin Tomic eftir horna og við høvdinum sendi bóltin í málið.

Víkingur royndi at leggja nógv fyri í royndini at skora sigursmálið, men tað eydnaðist ikki, og EB/Streymur megnaði væl at verja fyri.

Tá ið dómarin hevði bríkslað fyri síðstu ferð, vísti Víkinga liðformaðurin Atli Gregersen so stóra misnøgd við dómaran, at hann sá gula kortið fyri aðru ferð, og harvið er hann leikbannaður næstu ferð.

Høvuðsvenjarin hjá útliðnum, EB/Streymi sær uppá javnleikin sum tvey mist stig heldur enn ein góðan javnleik móti einum favoritti á útivølli. 

Jákup Martin Joensen er tó nøgdur við hvussu væl EB/Streyms-leikararnir vardu og stríddust allan dystin í Sarpugerði í Norðragøtu.

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra samrøðuna FM1 gjørdi við Jákup Martin Joensen fyrr í kvøld. 

 

NRLiðDystirVJTMálmunurStig
1.972024:523
2.NSÍ961219:1019
3.B36960312:918
4.Víkingur952218:1417
5.Skála950413:715
6.HB943215:1015
7.TB92257:198
8.EB/Streymur921610:147
9.ÍF91178:214
10.AB 910810:273

 

 

Høvuðsvenjarin hjá EB/Streymi, Jákup Martin Joensen er ikki nøgdur við javnleikin móti Víkingi á útivølli (Savnsmynd)

(Samrøða: Jákup Martin Joensen)