Jákup og B36 tóku NSÍ á bóli

Við ágangandi avriki í fyrra hálvleiki eydnaðist tað árstalsfelagnum at vinna í Runavík og at leggja seg trygt á FM kós

Fimm umfør undan kappingarenda er B36 stórfavorittur at vinna FM.

Fyri stuttum vann NSÍ 2-0 í Klaksvík, og nú rigga tey í kátu B36 leguni til at fara úr Runavík við ruddiligum 3-0 sigri.

B36 legði sera ágangandi fyri, og djarvi taktikkurin riggaði.

NSÍ var fyrstu løtuna um ein háls, tí B36 hevði nógv fólk frammarlaga á vøllinum, og tað bar úrtøku við sær. Michal Przybylski setti hol á við stútara eftir innlegg úr vinstru frá Árna Frederiksberg, og meðan NSÍ trýsti fyri at javna, og heimamenninir spældu seg til góðar málmøguleikar og ikki hevði marginalirnar við sær, ø­­­­­­­­­kti B36 um munin, tá ið tað endaðu fimm minuttir av fyrra hálvleiki.

Benjamin Heinesen var merkiliga leysur, tá ið hann streyk avstað í høgru, rak inn í brotsteigin og úr eitt sindur spískum smekkaði bóltin omanfyri NSÍ málverjan.

Hálvleiksstøðan var 2-0, og NSÍ verjan var lítið sannførandi.

Hóast NSÍ pressaði og trýsti og fleiri ferðir var tætt við fyrstu løtuna eftir steðgin, so var tað bara B36, sum skoraði. Enn einaferð var Benjamin Heinesen málskjútti, tá ið hann úr høgru smekkaði bóltin í handara stólpa og í málið.

So vóru tað nógvir nærdystir og fríspørk, og vónbrotini millum heimafólkið vóru stór.

-Vit royndu at svara aftur, og spælararnir arbeiddu nógv. Vit spældu okkum til møguleikar, men tað eydnaðist ikki at fáa mál, og tað var munurin, staðfesti NSÍ hjálparvenjarin Jens Martin Knudsen.

B36 venjarin Jákup á Borg er ógvuliga væl nøgdir við sínar menn:

-Vit arbeiddu framúr væl. Allir vóru væl við í verjupartinum, og vit vunnu stóra úrtøku úr møguleikunum. Benjamin Heinesen hevur ikki altíð verið so støðugur, men í kvøld vísti hann veruliga, hvussu nógv verdur hann var í lyklauppgerð. Vit hava vunnið 2-0 í Klaksvík, og í kvøld vunnu vit 3-0 í Runavík. Tí kunnu vit ikki sleppa undan at verða roknaðir at vera ein av favorittunum at vinna FM, sigur væl nøgdi Jákup á Borg, sum takkaði trúføstu og stóru B36 viðhaldsfjøldini í Runavík. 

 

KÍ - TB 3-0

ÍF - EB/Streymur 2-3

Víkingur - AB 1-1

NSÍ - B36 0-3 (0-2)

HB - Skála 3-0

 

B36221723391653
NSÍ211533542348
211533471648
HB221354552244
Víkingur221336453142
Skála228113232925
TB225413174119
AB224315235515
EB/Streymur223316215112
ÍF22131819596