Fyrstu finalistarnir funnir í einmansleiki í badminton

Badmintonhøllin í Havn var í gjár karmur um fyrstu innleiðandi dystirnar til stóra Fm tiltakið leygardagin í Høllini á Hálsi.

Savnsmynd

Savnsmynd

Stóra yvirraskilsið var unga talentið 14 ára gamla Adhya Nandi úr HBF, sum vann í fjórðingsfinaluni hjá kvinnum móti verandi føroyameistara Gunnvá Jacobsen úr HBF.

Sostatt møtast Adhya Nandi og Rannvá Djurhuus Carlsson í finaluni. Rannvá Djurhuus Carlsson vann á Almu Petersen, sum báðar eru úr HBF, men leika dagliga við Lyngby.

Í fjórðingsfinaluni hjá monnum vann Benjamin Gunnarstein, HBF, á Áranti á Mýrini úr MBF. Bartal Poulsen MBF og verandi føroyameistari vann á Magnusi Dal-Christiansen úr HBF. Sostatt verður mansfinalan millum Bartal Poulsen og Benjamin Gunnarstein.

Í dag verða innleiðandi umførini í tvímansleiki og í blandaðumtvímansleiki leikt. Dystirnir byrja klokkan 17 í Badmintonhøllini í Havn.

Savnsmynd