Jákup: Vit áttu minst tvey brotsspørk

(FM1) Hoyr samrøðuna við Jákup á Borg, høvuðsvenjara hjá B36, ið helt seg eiga minst tvey brotsspørk

FM-møguleikin er rokin, staðfestir Jákup á Borg

FM-møguleikin er rokin, staðfestir Jákup á Borg

##med2##

Høvuðsvenjarin hjá B36, Jákup á Borg staðfestir, at seinasti FM-møguleikin hjá B36 er farin aftaná 1-2 tapið móti HB.

Jákup á Borg sær ikki, at B36 klárar at heinta inn munin sum er nú. B36 hevur 15 stig upp til HB. Við tveimum útsettum dystum kann munurin minkast til níggju stig, ið er nógv tá so fá umfør eru eftir.

Jákup á Borg er alt annað enn nøgdur við dømingina hjá Kára J. á Høvdanum. Jákup heldur, at B36 átti minst tvey brotsspørk sum hann heldur, at Kári J. á Høvdanum yvirsæð.

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra samrøðuna reportarin hjá FM1, Tróndur Arge gjørdi við Jákup á Borg aftaná dystin.

HER  ber til at hoyra Trónd Arge siga frá teimum trimum málunum. Hoyr eisini samrøðuna Tróndur gjørdi við høvuðsvenjaran hjá HB, Jens Berthel Askou.

 

 

FM-møguleikin er rokin, staðfestir Jákup á Borg

(Samrøða: Jákup á Borg)