Jákup: Vit høvdu ikki uppiborið at tapa dystin (FM1)

(FM1) Hoyr liðskiparan hjá KÍ, Jákup Biskopstø Andreasen lýsa vónbrotið at tapa dystin móti B36 á heimavølli

Jákup Biskopstø Andreasen sæst við liðskiparabandinum

Jákup Biskopstø Andreasen sæst við liðskiparabandinum

##med2##

Tað hevur haltað hjá KÍ tveir teir seinastu dystirnar. Farna leygarkvøld mistu teir tvey stig í heimadystinum móti KÍ sum endaði 2-2, og í kvøld taptu klaksvíkingar 0-2 móti B36 á heimavølli.

Árni Frederiksberg gjørdist munurin millum liðini við einum beinleiðis frísparksmáli og við einum uppleggi til Stefan Radosavljevic, ið økti til 2-0. 

Liðskiparin hjá KÍ, Jákup Biskopstø Andreasen heldur ikki, at KÍ hevði uppiborið at tapa dystin í kvøld. Hann heldur, at KÍ royndi meira enn B36 sum vardi og dúvaði uppá mótálop: - Vit høvdu ikki uppiborið at tapa dystin, heldur Jákup Biskopstø Andreasen. 

Liðskiparin hjá KÍ undirstrikar dygdirnar hjá Árna Frederiksberg tá tað kemur til fríspørk, men hann er harmur um, at B36 vinnur eitt keðiligt fríspark beint uttanfyri brotsteigin hjá KÍ. Seinna málið var ein avleiðing av, at KÍ mátti satsa alt fyri at fáa eitt útjavnandi mál.

Jákup Biskopstø Andreasen ásannar, at tað er stong út hjá KÍ nú, men hann staðfestir, at KÍ er ikki úti av FM-stríðnum enn. 

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra samrøðuna reportarin hjá FM1, Tróndur Arge gjørdi við Jákup Biskopstø Andreasen

HER ber til at hoyra Trónd Arge siga frá báðum málunum hjá B36. Hoyr eisini Rógva Jacobsen taka samanum dystin, og hoyr samrøðuna Tróndur gjørdi við Árna Frederiksberg. 

Jákup Biskopstø Andreasen sæst við liðskiparabandinum

(Samrøða: Jákup Biskopstø Andreasen)