Tað var skiftandi og ógvuliga undirhaldandi í Leirvík, tá ið teir næstbestu hjá Víkingi høvdu vitjan av teimum næstbestu hjá EB/Streymi.
Úrslitið var 4-4. Eftir fyrra hálvleik bendi einki á, at heimaliðið ikki fór at vinna fulla úrtøku. Tá ið teir fóru at hvíla seg, hevði Víkingur skorað trý mál undan vindinum. Í øllum trimum førunum var Martin Klein Joensen málskjútti.
Beinanvegin eftir steðgin minkaði EB/Streymur um munin. Tað var við brotssparki, sum Magnus Jarnskor, gøtumaður í EB/Streymi, umsetti til mál. Magnus Jarnskor var fýra minuttir seinni aftur upp á spæl og so var 3-2.
Tá ið eitt stórt korter var eftir, økti Signar á Brúnni um munin til 4-2, og so gekk tað skjótt. Minuttin eftir minkaði Gutti Dahl-Olsen um munin til 4-3, og seks minuttir undan leikloki javnaði . Aftur hesa ferð var tað við brotssparki. Magnus Jarnskor kundi av álvara verið dagsins maður, tá ið hann í tíðini, sum dómarin legði aftrat, enn ein einaferð fekk møguleikan úr ellivu metrum, men hann misnýtti brotssparkið, tá ið Sonni Højgaard í málinum hjá Víkingi bjargaði.