Javnt í fleiri atkvøðugreiðslum til ársins spælarar í fótbólti (FM1)

(FM1) Hoyr Trónd Arge fortelja um stóra fótbóltspanelið og tiltakið "Ársins Spælarar 2019", ið alt verður beinleiðis á FM1 í morgin

Hoyr Trónd Arge greiða frá stóra fótbóltspanelinum og stóra tiltakinum "Ársins Spælarar 2019"

Hoyr Trónd Arge greiða frá stóra fótbóltspanelinum og stóra tiltakinum "Ársins Spælarar 2019"

##med2##

Tað verður ein stórur fótbóltsdagur á FM1 í morgin. Tað staðfestir Tróndur Arge, fótbóltsfrásøgumaður og fótbóltsviðmerkjari.

Í samband við at Fótbóltsgalla 2019 verður hóskvøldið, verður eitt serligt Fótbóltspanel á FM1 hósdagin frá klokkan 15 til 17.

Gestir eru Jákup Ósá, sum rekur Bolt.fo og er ítróttarskrivari hjá Norðlýsinum, og Leivur Frederiksen frá kringvarpinum. Teir fara at gjøgnumganga kappingarárið 2019, har øll feløgini verða viðgjørd.

Eisini fara teir at kunngera hvørja atkvøður teir hava givið til Fótbóltsgalla 2019, og seta ársins lið hjá monnum. Millum annað eru teir báðir ósamdir um hvør er ársins spælari!

Stóra Fótbóltspanelið verður hósdagin frá klokkan 15 til 17. Fótbóltsgalla 2019 verður seinni hóskvøldið og byrjar klokkan 20.30. Sjálvt tiltakið er á Panorama á Hotel Hafnia og er alment.

Alt hetta verður at hoyra beinleiðis á FM1. Øll kunnu hoyra FM1 á www.midlar.fo. Vanligu frekvensirnir hjá FM1 eru FM 88,7, FM 91,7, FM 93,9, FM 95,5 og FM 98,7.

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra Trónd Arge greiða frá øllum tí sum hendir á fótbóltsfrontinum hjá FM1 í morgin. Tróndur greiðir m.a. frá, at tað hevur verið ein jøvn atkvøðugreiðsla í fleiri kategorium til "Ársins Spælarar".

 

 

 

 

Hoyr Trónd Arge greiða frá stóra fótbóltspanelinum og stóra tiltakinum "Ársins Spælarar 2019"

(Tróndur Arge fortelur um stóra fótbóltspanelið og tiltakið "Ársins Spælarar 2019")