Jens Berthel: HB kom alt ov seint í gongd

(FM1) Tað er serliga tann fyrsti tímin av dystinum í Klaksvík, ið høvuðsvenjarin hjá HB iðrar seg um

Jens Berthel Askou upplivdi fyri bert aðru ferð í ár, at hansara menn í HB taptu dyst í Betrideildini

Jens Berthel Askou upplivdi fyri bert aðru ferð í ár, at hansara menn í HB taptu dyst í Betrideildini

##med2##

HB var fyri bert øðrum tapinum hetta kappingarárið, tá teir á útivølli taptu 1-2 móti KÍ norðuri í Klaksvík.

KÍ – HB 2-1 (0-0)

1-0: Jóannes Bjartalíð (49.)

2-0: Páll A. Klettskarð (55.)

2-1: Mikkel Dahl (75.)

Høvuðsvenjarin hjá HB, Jens Berthel Askou iðrar seg serliga um fyrsta tíman av dystinum, har HB ikki var nóg væl við: - Vit komu ikki nóg væl inn í dystin, staðfestir Jens Berthel Askou.

- Vit mugu taka hetta tapið sum menn, og ikki ganga og gráta um tað, sigur HB-høvuðsvenjarin avgjørdur.

- Vit skulu bara syrgja fyri at reisa okkum, og fáa nógv stig teir komandi dystirnar, sigur Jens Berthel Askou.

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra samrøðuna reportarin hjá FM1, Sjúrður H. Hoydal gjørdi við Jens Berthel Askou aftaná tapið norðuri í Klaksvík. 

HER  ber til at hoyra Sjúrð H. Hoydal siga frá teimum trimum málunum og dystarendanum. Hoyr eisini viðmerkjaran hjá FM1, Rógva Jacobsen taka stutt samanum málini og dystin. 

HER  ber til at hoyra samrøðuna Sjúrður H. Hoydal gjørdi við annan av málskjúttunum hjá KÍ, Jóannes Bjartalíð. 

 

 

 

Jens Berthel Askou upplivdi fyri bert aðru ferð í ár, at hansara menn í HB taptu dyst í Betrideildini

(Samrøða: Jens Berthel Askou)