Jens Martin fangar enn áhugan hjá norskum miðlum

Norska TV2 hevur gjørt eitt stuttligt innslag og hevur skrivað drúgva grein um legendariska málverjan við topphúgvuni

Jens Martin Knudsen hevur eisini 13 seyðir, og tað fangar eisini áhugan hjá norskum miðlum (Mynd: norska TV2)

Jens Martin Knudsen hevur eisini 13 seyðir, og tað fangar eisini áhugan hjá norskum miðlum (Mynd: norska TV2)

Tá tann sum skrivar hesar reglur búði eitt skúlaár í Noregi mintust øll tey fótbóltsáhugaðu "Keeperen med lua" (Málverjan við topphúgvuni), Jens Martin Knudsen. Og líkt er til at serstaka søgan um tann 23 ára gamla Jens Martin Knudsen, ið helt føroyska málið reint í fyrsta EM-undankappingardystinum móti Eysturríki í Landskrona 12. september í 1990 enn er ein søga, ið er verd at fortelja. 

Føroyar vunnu 1-0 á Eysturríki og fótbóltssøgufrøðingar meta úrslitið verða millum størstu sensasjónirnar í altjóða fótbóltssøguni. 

Norska TV2 hevur gjørt eitt stuttligt innslag úr Runavík, har Jens Martin Knudsen greiðir frá.

Norska TV2 hevur eisini eina drúgva grein við góðum myndum, har greitt verður frá málverjanum við topphúgvuni, ið er stoltur av, at topphúgvan er á stóra altjóða fótbóltssavninum í Genéve í Sveis. Jens Martin viðgongur tó, at hann eisini var bangin fyri, at gerast heimsins størsti klovn um Føroyar høvdu tapt 10-0 móti Eysturríki.

HER ber til at síggja og hoyra innslagið hjá norska TV2 um Jens Martin Knudsen, og til ber eisini at lesa drúgvu greinina hjá norska TV2 um Jens Martin Knudsen og serligu topphúgvuna.

Føroyar og Noreg spæla EM-undankappingardyst á Tórsvølli klokkan 19.45 í kvøld. Tróndur Arge sigur beinleiðis frá dystinum á FM1. Sendingin byrjar klokkan 18. Øll kunnu hoyra sendingina á www.midlar.fo. Vanligu frekvensirnir hjá FM1 eru FM 88,7, FM 91,7, FM 93,9, FM 94,5, FM 95,5 og FM 98,7.

In.fo hevur beinleiðis tekstfrásøgn frá landsdystinum á Tórsvølli.

##med2##

Jens Martin Knudsen hevur eisini 13 seyðir, og tað fangar eisini áhugan hjá norskum miðlum (Mynd: norska TV2)