Jens Martin: Vit fokusera longu uppá KÍ-dystin (FM1)

(FM1) Hjálparvenjarin hjá NSÍ iðrar seg um tapið móti B36, men fokuserar longu uppá næsta stóra dystin móti KÍ í komandi viku

Her sæst Jens Martin Knudsen saman við høvuðsvenjaranum hjá NSÍ, Guðjón Tórðarsyni (Mynd: nsi.fo)

Her sæst Jens Martin Knudsen saman við høvuðsvenjaranum hjá NSÍ, Guðjón Tórðarsyni (Mynd: nsi.fo)

##med2##

NSÍ hevði uppiborið betri í mun til málmøguleikar, men tað endaði við einum 0-3 tapi móti B36 við Løkin í Runavík í kvøld.

Hjálparvenjarin Jens Martin Knudsen iðrar seg eisini um tapið, og eisini um, at NSÍ ikki tók av sínum málmøguleikum.

- B36 vóru effektivir í dag, tað vóru vit ikki. B36 stóð eisini væl á vøllinum, staðfestir Jens Martin. 

Men Jens Martin er longu farin at fokusera uppá komandi mikukvøld ella hóskvøld tá KÍ kemur á vitjan at spæla ein útsettan dyst.

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við Jens Martin Knudsen við Løkin í Runavík aftaná B36 hevði vunnið 3-0 á NSÍ.

HER  ber til at hoyra Trónd Arge siga frá málunum hjá B36, samrøðuna Tróndur gjørdi við høvuðsvenjaran hjá B36, Jákup á Borg, og eina samanumtøku hjá Oddbirni Joensen, ið heldur, at B36 er FM-favorittur nú.

Her sæst Jens Martin Knudsen saman við høvuðsvenjaranum hjá NSÍ, Guðjón Tórðarsyni (Mynd: nsi.fo)

(Samrøða: Jens Martin Knudsen)