Tað er bretska heimasíðan Skysports, sum í dag ber tíðindini, at Manchester United er í ferð við at keypa italskan verjuleikara.
Verjuleikarin, ið talan er um, eitur Matteo Darmian, og kemur úr italska felagnum, Torino.
Matteo Darmian spælir mest á høgra bakki, men kann flytast runt á øllum plássunum í verjuni.
Sambært skysports rindar Manchester United á leið 135 milliónir krónur fyri nýggja verjuleikaran.
Matteo Darmian, ið er 25 ára gamal, hevur spælt 13 landsdystir fyri Italia.