JFK-Open 2019 var um vikuskiftið

Stór badmintonkapping hevur verið í Klaksvík

Her síggja vit tær fittu smílandi genturnar í U11D. Olivia Jónsdóttir Helmsdal KBF silvur---Ebba Eyðfinnsdóttir KBF gull---Rósa Fonn KBF og Sara Bjørt Rógvadóttir á Lakjuni ÍF bronsu

Her síggja vit tær fittu smílandi genturnar í U11D. Olivia Jónsdóttir Helmsdal KBF silvur---Ebba Eyðfinnsdóttir KBF gull---Rósa Fonn KBF og Sara Bjørt Rógvadóttir á Lakjuni ÍF bronsu

Tað vóru 149 tilmeldingar til hesa Grand Prix 3 kapping, og 250 dystir vórðu spældir. Hetta er heldur minni enn seinasta ár og væl minni enn fyri trimum árum síðani, tá 221 leikarar vóru meldaðir til, og teir spældu umleið 380 dystir.

Leygardagin spældu børn og ung frá U11 til U17, og sunnudagin spældu tey vaksnu. Kappingin gekk væl, og tað vórðu nógvir góðir og spennandi dystir spældir. Har var eisini nógv gott at fáa, so sum kakao, bollar, frukt og smyrjubreyð.

- Alt er gjørt og goldið av foreldrum. Ja, foreldur og hjálparfólk eru ótrúliga røsk og hjálpsom. Takk til øll. Eisini ein stór tøkk til øll, sum hálptu til í hallunum, meðan kappingin var og í sambandi við at rigga til og rudda av, skrivar KBF.fo.

Her síggja vit tær fittu smílandi genturnar í U11D. Olivia Jónsdóttir Helmsdal KBF silvur---Ebba Eyðfinnsdóttir KBF gull---Rósa Fonn KBF og Sara Bjørt Rógvadóttir á Lakjuni ÍF bronsu