Joakim, Jaspur og KÍF bastu aftur H71

Framúr málverjuavrik legði lunnar undir tryggan sigur til KÍF ímóti favorittunum

Joakim Jürs var dagsins leikari hjá KÍF (Savnsmynd)

Joakim Jürs var dagsins leikari hjá KÍF (Savnsmynd)

Okkaradeildin: KÍF - H71 31-27

Føroyameistararnir og favorittarnir úr H71 vitjaðu KÍF í dag. KÍF argaði sera ofta H71 í fjør, og ein hin størsti hondbóltsskelkurin farna kappingarár var tá ið KÍF bukaði H71 við kappingarbyrjan.

Tá væntaðu miðlar og serfrøðingar ikki nógv av kollfirðingum, men í ár verður KÍF mett sum ein av fremstu kappingarneytunum hjá hoyvíkingum.

Men í dag vóru tað favorittarnir, sum byrjaðu best.

Peter Krogh var í málhýri og skeyt eitt kanónskot fyri og annað eftir. 17 ára gamli Pauli Mittún hevði eisini gongd í skotarminum og flestu málini í fyrra hálvleiki komu av teirra hondum.

Hjá KÍF vóru tað eisini tveir bakkar sum syrgdu fyri tí mesta. Sum vanligt vóru Hans Eli Sigurbjørnsson og Nicklas Selvig eyðsýndir, og gjørdu sítt til at H71 ikki rann undan.

Joakim sendi fyrstu boðini

Tað gjørdi málverjin, Joakim Jürs, eisini. Har vóru ikki tær nógvu bjargingarnar í fyrra hálvleiki, men stutt fyri steðgin bar stóri málverjin boð um hvat var í væntu. Nakrar bjargingar frá honum úr fríum støðum gjørdi at H71 bert var á odda við tveimum málum undan seinna hálvleiki.

Hálvleiksstøðan var 16-14 til H71.

Í seinna hálvleiki skipaði KÍF seg eitt sindur av nýggjum. Hans Eli Sigurbjørnsson hevði fingið ein snudd í beini, og spældi ikki seinna hálvleik. H71 svaraði millum annað við at skugga Nicklas Selvig og KÍF svaraði aftur við at seta ein eyka áleypara inn fyri Joakim Jürs.

Júst Joakim Jürs fann stórbjargingarnar fram í seinna hálvleiki. KÍF legði mansverju á Peter Krogh, men H71 nýtti eyka plássið at spæla seg til frí vongskot. Tey fóru bara ikki inn.

Jaspur til reiðar í neyðstøðu

Joakim Jürs rakti øll skot, og KÍF legði seg fram um 18-16. Tá bjargaði Joakim Jürs við høvdinum, og onnur kontaktlinsan loysnaði. KÍF hevði ikki ráð at lata ein so heitan málverja fara út, men tað var neyðugt meðan fólk spelaðu yvir á KÍF-bonkin við nýggjum linsum. Hetta mundi taka fimm minuttir, og avloysarin hesa løtuna var royndur. Jaspur við Garð kom inn, og hann gjørdi júst sum hin. Trý leys vongskot á rað vóru forðað, og í næstu løtunum vann KÍF í veruleikanum dystin. Munurin øktist upp í fýra mál til KÍF, ið eisini fekk veruligt glið á sítt sjeymansálop - uttan Hans Eli Sigurbjørnsson.

Joakim Jürs kom inn aftur í málið og helt fram har hann slapp. Brendi KÍF í álopinum, so forðaði málverjin H71 í at minka um munin.

Tað kom ikki veruligur spenningur um úrslitið seinasta korterið, og KÍF vann dystin 31-27.

Peter Krogh gjørdist toppskjútti hjá H71 við 11 málum. Nicklas Selvig skeyt 10 fyri KÍF.

Joakim Jürs var dagsins leikari hjá KÍF (Savnsmynd)