Jóan Símun aftur frá byrjan

Landsliðsframherjin byrjaði fyri fyrstu ferð í ár

Jóan Símun Edmundsson og Arminia Bielefeld vunnu í dag 3-0 á útivølli móti SV Sandhausen. Føroyski landsliðsspælarin byrjaði inni fyri fyrstu ferð í ár. Hann hevur sitið uttanfyri síðani hann bleiv skaddur í upphitingini til EM-dystin móti Malta fyrr í ár.

Jóan Símun Edmundsson spældi teir fyrstu 78 minuttirnar av dystinum, áðrenn hann bleiv útskiftur. Tá var støðan 3-0 til Arminia Bielefeld, sum nú hevur 46 stig á 9. plássi.

Toftamaðurin hevur havt trupulleikar við knænum, síðani november í fjør. Hann lendi skeivt á knænum, og mátti tá geva avboð til Nations League dystirnar móti Aserbadjan og Malta. Hann spældi ein hálvleik herfyri, og nú hevur hann so spælt frá byrjan aftur. Føroyar spæla móti Norra og Spania um ein lítlan mánað.