Jóan Símun bjargaði Bielefeld

Útisetar: Jóan Símun skoraði í yvirtíðini, meðan Hallur Hansson fór av vøllinum skaddur fyri AC Horsens

Tveir av føroysku fótbóltsútisetunum hava verið í dysti í kvøld. Jóan Símun Edmundsson skoraði eitt frálíkt mál til 2-2 í yvirtíðini móti Karlsruher SC. Hallur Hansson bleiv skaddur í fyrra hálvleiki í dysti móti Hobro.

Arminia Bielefeld er framvegis á odda í 2. Bundesliguni, sum er næstbesta deildin í Týsklandi. Jóan Símun Edmundsson kom inn móti dystarenda at bjarga Arminia Bielefeld, sum var aftanfyri 1-0. Tað endaði 2-2 og toftamaðurin skoraði í yvirtíðin.

##med2## 

Føroyski landsliðsspælarin hevur ikki spælt eins nógv seinastu tíðina, sum hann gjørdi við kappingarbyrjan. Hesa ferð gekk illa uttan toftamannin á vøllinum, men tað kom ferð á álopsspælið, tá hann kom á vøllin í 79. minutti.

Fyrst javnaði Fabian Klos upp á brotsspark og síðani fekk Jóan Símun Edmundsson gult kort. Eftir 92 minuttir skoraðu gestirnir úr Karlsruher til 2-1, áðrenn føroyski landsliðsspælarin javnaði til 2-2.

##med3##

Talan er um eitt framúr flott mál. Frá brotsteigarmarkinum meddaði hann bóltin í handara málhorn, har bólturin brast í nettakið. Javnleikurin er ikki tað besta úrslitið, men tað betrar um støðuna hjá Arminia Bielefeld, tí kappingarneytarnir út Hamburg SV taptu 1-0 á heimavølli móti FC Heidenheim 1846.

Hallur skaddur

Hallur Hansson mátti av vøllinum við skaða í fyrra hálvleiki í dystinum millum AC Horsens og Hobro. Føroyski miðvallarin fór í ein tvídyst og brast saman við ein spælara á mótstøðuliðnum. Hjálparvenjarin segði við TV3+, at Hallur fekk eitt trælær og mátti lata seg skifta út.

 

Dysturin er í gongd enn og støðan er 0-0 eftir 75 minuttir.

Mynd: (pz-news.de) Mynd av løtuni, tá Jóan Símun Edmundsson meddar bóltin í málið