Jóan Símun: Eg havi ikki fingið armarnar niður enn (FM1)

(FM1) Hoyr samrøðuna FM1 gjørdi við søguliga føroyska bundesliga-málskjúttan, Jóan Símun Edmundsson

Jóan Símun og liðfelagarnir í Arminia Bielefeld fegnast um tað í føroyskum høpi søguliga málið, ið gjørdist sigursmálið í dystinum móti FC Køln

Jóan Símun og liðfelagarnir í Arminia Bielefeld fegnast um tað í føroyskum høpi søguliga málið, ið gjørdist sigursmálið í dystinum móti FC Køln

##med2##

- Eg havi ikki fingið armarnar niður enn. Hetta viðgongur søguligi føroyski bundesliga-málskjúttin, Jóan Símun Edmundsson sum í sama dysti gjørdist fyrsti føroyingurin, ið spælir í bundesliguni, og sum hevur skotið mál í bundesliguni.

Jóan Símun viðgongur, at málið var eitt sindur heppið, tí vinkulin var sera spískur tá hann fekk bóltin innum málverjan hjá FC Køln. Hetta gjørdist so sigursmálið hjá Arminia Bielefeld, ið vann 1-0 á heimavølli á gamla stórfelagnum úr Køln.

Jóan Símun mátti aftaná dystin gera seks samrøður á týskum. Hann hevur stríðst við at læra seg týskt, men tað sindur ikki hundrað prosent enn, so Jóan Símun var rættiliga troyttur í høvdinum tá allar samrøðurnar vóru lidnar.

Nú vónar Jóan Símun, at Håkon Ericson eisini hevur hann á listanum, tá landsliðsvenjarin kunnger nøvnini á teimum sum eru úttiknir til Nations League heimadystirnar móti Lettlandi og Andorra, og venjingardystin móti Danmark á útivølli í Herning. 

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra samrøðuna FM1 gjørdi við Jóan Símun Edmundsson.

Jóan Símun og liðfelagarnir í Arminia Bielefeld fegnast um tað í føroyskum høpi søguliga málið, ið gjørdist sigursmálið í dystinum móti FC Køln

(Samrøða: Jóan Símun Edmundsson um fyrsta føroyska málið í bundesliguni)