Jóan Símun er aftur á landsliðnum

Landsliðsúttøka: Håkan Ericson hevur úttikið fleiri útisetar, sum ikki vóru við seinast

Á tíðindafundi á Tórsvølli í dag hevur Håkan Ericson, A-landsliðsvenjari hjá monnum, kunngjørt hópin til venjingardystin móti Danmark, sum verður í Herning mikudagin 7. oktober, og UEFA Nations League dystirnar á heimavølli ímóti Lettlandi og Andorra, sum verða 10. og 13. oktober.

Millum teirra, sum eru við í mun til seinast, eru Jóan Símun Edmundsson, Gilli Rólantsson, Ári M. Jónsson og Rógvi Baldvinsson, sum allir eru útisetar. Jóan Símun Edmundsson, Gilli Rólantsson og Rógvi Baldvinsson góvu avboð seinast, men eru við hesaferð.

Landsliðsvenjarin hevur úttikið 24 spælarar, men kann bara brúka 23. Her hevur landsliðsvenjarin gjørt pláss fyri, at Klæmint A. Olsen skal verða pápi í næstum, og at hann tí møguliga ikki verður við allar dystirnar.

Hartil eru avbjóðingar við spælarunum i Íslandi, tað eru sóttarhaldskrøv við komu til Íslands. Her verður fylgt við støðuni leypandi.

Hópurin:

Teitur M. Gestsson, HBTórður Thomsen, NSÍSonni Ragnar Nattestad, B36Heini Vatnsdak, KÍOdmar Færø, KÍRógvi Baldvinsson, Bryne BK (Noreg)Heðin Hansen, HBJóannes Kalsø Danielsen, KÍGilli Rólantsson Sørensen, SK Brann (Noreg)Viljormur Davidsen, Vejle BK (Danmark)Ári Mohr Jónsson, Sandnes ULF (Noreg)Hallur Hansson, AC Horsens (Danmark)Dan í Soylu, HBJóannes Bjartalíð, KÍBrandur Hendriksson Olsen, Helsingborg (Svøríki)Gunnar Vatnhamar, VíkingurSølvi Vatnhamar, VíkingurKaj Leo í Bartalsstovu, Valur (Ísland)Meinhard Egilsson Olsen, GAIS (Svøríki)Klæmint Andrasson Olsen, NSÍAndreas Lava Olsen, VíkingurJóan Símun Edmundsson, DSC Arminia Bielefeld (Týskland)Patrik Johannesen, KÍ