Jóan Símun er aftur á landsliðnum

Landsliðsúttøka: Jóan Símun er aftur á landsliðnum, men ongin Sonni Ragnar

Lars Olsen, føroyskur landsliðsvenjari, hevur í dag úttikið landsliðið til dystirnar móti Svøríki, 5. september á Tórsvølli, og Spania 8. september í Gijón.

 

Gunnar Nielsen og Jóan Símun Edmundsson eru aftur á landsliðnum, eftir at hava sitið yvir við skaða í seinastuni. Lars Olsen leggur upp til, at tað verður dystur plássið í málinum. Odmar Færø hevur fingið ein snudd, men er tøkur.

 

Jóan Símun Edmundsson hevur ikki spælt seinastu dystirnar á landsliðnum vegna skaða. Hann er tøkur aftur hesaferð. Eisni er afturval til Patrik Johannesen. Hann kom við upp á avboð til dystirnar móti Spania og Norra.

 

Liðið:

Málverjar: Gunnar Nielsen

Kristian Joensen

Teitur M. Gestsson

Atli Gregersen, Víkingur

Odmar Færø, Hamarkameratene (NOR)

Viljormur Davidsen, Vejle BK (DAN)

Magnus Egilsson, HB

Gilli Rólantsson Sørensen, SK Brann (NOR)

Hørður Askham, HB

Heini Vatnsdal, Fremad Amager (DAN)

Rene Shaki Joensen, HB

Hallur Hansson, AC Horsens (DAN)

Brandur Hendriksson Olsen, FH Hafnarfjørður (ÍSL)

Rógvi Baldvinsson, Bryne BK (NOR)

Kaj Leo í Bartalsstovu, Valur (ÍSL)

Árni Frederiksberg, B36

Sølvi Vatnhamar, Víkingur

Meinhard Egilsson Olsen, Kristiansund BK (NOR)

Jóannes Bjartalíð, KÍ

Klæmint Andrasson Olsen, NSÍ

Patrik Johannesen, KÍ

Jóan Símun Edmundsson, Bielefeld