Jóan Símun: Gleði meg at spæla á landsliðnum aftur

FM1: Jóan Símun Edmundsson er klárur at spæla á landsliðnum aftur

##med2##

Í annaðkvøld klokkan 19.45 verður EM-landsdystur millum Føroyar og Svøríki á Tórsvølli. Jóan Símun Edmundsson, sum ikki hevur spælt á landsliðnum síðani oktober í fjør, er nú tøkur aftur.

- Eg havi saknað at verða á landsliðnum og vera saman við landsliðsspælarunum. Eg eri eitt sindur slitin frá dystunum við Arminia, men eg gleði meg, sigur Jóan Símun Edmundsson.

Í samrøðu við FM1 fortelur hann eisini um lívið í Bielefeld og hvussu tað gongur við at læra týskt.

##ms##

Samrøða við Jóan Símun Edmundsson