Jóan Símun hevur fingið nýggjan venjara

48 ára gamli Frank Kramer heldur nú um stýrisvølin í Arminia Bielefeld

Seinnapartin í gjár varð tað alment, at Jóan Símun Edmundsson og liðfelagar hansara í Arminia Bielefeld skuldu hava nýggjan venjara, tí Uwe Neuhaus var sagdur úr starvi.

Í dag kunnger felagið á heimasíðuni, at nú er nýggjur venjari settur. Tað er 48 ára gamli Frank Kramer, sum hevur skrivað undir sáttmála, ið er galdandi fram til á sumri 2023.

Longu í dag var nýggi venjarin á vøllinum saman við Jóani Símun og liðfeløgum hansara.

Nýggi Armina Bielefeld venjarin hevur nógvar royndir sum venjari. Hann hevur vant Greuther Fürth, Fortuna Düsseldorf og fleiri av týsku unglingalandsliðunum. Síðsta starvið, sum hann hevur havt, var í Red Bull í Salzburg, har hann hevur verið ein av venjarunum í akademinum hjá felagnum.

Jóan Símun Edmundsson stríðist við at vinna pláss á liðnum.

-Vit eru eini 30 spælarar, sum kappast um plássini, og síðstu mánaðirnar havi eg ikki verið í nánd av liðnum í bundesliguni. Hjá mær er ikki annað at gera enn at halda høvdið høgt, vísa rætta hugburðin og hvønn dag undir venjing at royna at sannføra venjaran um, at eg eigi at vera á liðnum, segði Jóan Símun Edmundsson í gjár við nýggju ítróttarsendingina á FM1, sum eitur 10`arin.

Jóan Símun Edmundsson er sáttmálabundin í Arminia Bielefeld inntil í summar:

-Enn dugi eg einki at siga um, hvussu tað so verður. Um talan ikki verður um pláss á liðnum næstu mánaðirnar, so er tað upplagt, at aðrir møguleikar verða kannaðir.

Arminia Bielefeld er á 16. plássi í bundesliguni, nú 23 av 34 umførum eru avgreidd. Arminia Bielefeld hevur 18 stig og er eitt stig frammanfyri Mainz 05. Tvey lið flyta beinleiðis niður, og nummar 16 skal spæla ímóti triðibesta liðnum í næstbestu deildini um pláss í bestu deildini.

Sunnudagin skal Arminia Bielefeld spæla á heimavølli ímóti Union Berlin, sum er á sjeynda plássi við 34 stigum.