Jóan Símun hevur skorað og avgjørt dystin

Bundesligan: Jóan Símun Edmundsson er skiftur, og hevur skorað og avgjørt fyri Arminia Bielefeld

Arminia Bielefeld spælir í løtuni móti FC Køln. Føroyski landsliðsspælarin, Jóan Símun Edmundsson, er júst skiftur inn, nú tað eru spældir 68 minuttir. Hann er fyrsti føroyingurin, sum kemur á vøllin í Bundesliguni. Jóan Símun Edmundsson, sum hevur nummar 14 á rygginum, er komin á høgra miðvøllin.

Bara fáar minuttir seinni skoraði hann til 1-0 til Arminia Bielefeld, eftir at hann fekk bóltin í høgru síðani og skoraði úr spískum, eftir at málverjin var komin út.

Dysturin er nú liðugur og Arminia Bielefeld vinnur 1-0. Her er veruliga talan um søguskriving og eina dreyma byrjan hjá toftamanninum í Bundesliguni!

DSC Arminia Bielefeld - FC Köln 1-0 (0-0)

1-0  Jóan Símun Edmundsson, 78

Áskoðarar: 5.460 

DSC Arminia Bielefeld:

Ortega Moreno – Brunner, Pieper, van der Hoorn, Lucoqui – Prietl, Hartel (88. Kunze), Doan (73. Schipplock) – Soukou, Klos (C), Córdova (68. Edmundsson). 

FC Köln:

Horn – Ehizibue, Bornauw, Czichos, J. Horn – Hector (C) (46. Drexler), Skhiri – Rexhbecaj (87. Sörensen), Duda (75. Özcan), Thielmann (62. Limnios) – Andersson (76. Arokodare).

##med2##

##med3##

##med4##