Jóan Símun hevur skrivað føroyska fótbóltssøgu

Bundesligan: Toftamaðurin í Bielefeld hevur skrivað ein nýggjan kapittul í føroyska fótbóltssøgu

Jóan Símun Edmundsson hevur í dag skrivað ein heilan nýggjan kapittul í føroyskari fótbóltssøgu. Hann er fyrsti føroyingurin, sum er komin á vøllin í Bundesliguni, sum er besta deildin í Týsklandi, tá hann bleiv skiftur inn eftir 67 minuttir í dystinum millum Arminia Bielefeld og FC Køln.

Tá hann hevði verið á vøllinum í 11 minuttir skoraði hann eisini tað, sum skuldi vísa seg at verða avgerandi málið í dystinum. Toftamaðurin kom inn á høgra miðvøllinum, og tað var eisini úr høgru síðu, at hann skoraði málið, eftir at Stefan Ortega sendi hann avstað.

Vinkulin bleiv nakað spískur, men Jóan Símun Edmundsson var neyvur við høgra beininum og sendi bóltin lágt framvið málverjanum og inn um nærmaru stong. Síðani megnaði Arminia Bielefeld at halda FC Køln vekk frá málinum og vinna 1-0.

Hetta er annar dysturin hjá Arminia Bielefeld í týsku Bundesliguni í hesum kappingarárinum, eftir at felagið vann seg upp í bestu deildina faran kappingarár.

Jóan Símun Edmundsson hevur ein skaða í knænum, sum hevur órógva leingi. Hann hevur verið partur av liðnum í uppstartinum, men tað hevur verið eitt ivasamt nær hann verður tøkur at spæla. Í dag fekk hann møguleikan í 23 minuttir. Tað var nokk til at skriva ein heilan kapittul í føroyskari fótbóltssøgu.

Arminia Bielefeld hevur nú fýra stig fyri tveir dystir, sum má mestast at verða ein góðkend byrjan. Hartil hevur Jóan Símun Edmundsson prógvað, at hann eisini klárar at spæla í bestu deildini, sum vónandi kemur at geva honum fleiri møguleikar.

DSC Arminia Bielefeld - FC Köln 1-0 (0-0)

1-0  Jóan Símun Edmundsson, 78

Áskoðarar: 5.460 

DSC Arminia Bielefeld:

Ortega Moreno – Brunner, Pieper, van der Hoorn, Lucoqui – Prietl, Hartel (88. Kunze), Doan (73. Schipplock) – Soukou, Klos (C), Córdova (68. Edmundsson). 

FC Köln:

Horn – Ehizibue, Bornauw, Czichos, J. Horn – Hector (C) (46. Drexler), Skhiri – Rexhbecaj (87. Sörensen), Duda (75. Özcan), Thielmann (62. Limnios) – Andersson (76. Arokodare).

1Augsburg22005:16
2E. Frankfurt21104:24
3RB Leipzig21104:24
4Arminia Bielefeld21102:14
5Bayern München11008:03
6Stuttgart21016:43
7Hertha Berlín21015:43
8Dortmund21013:23
9Freiburg11003:23
10Hoffenheim11003:23
11Leverkusen20201:12
12Wolfsburg10100:01
13Union Berlin20112:41
14Mönchengladbach20111:41
15Köln20022:40
16Werder Bremen10011:40
17Mainz20022:70
18Schalke10010:80