Jóan Símun í nýggjum leikluti

- Tað er kanska ein av mínum styrkjum, at eg kann spæla á fleiri plássum, sigur Jóan Símun Edmundsson úr Bielefeld.

Føroyski landsliðsspælarin hevur fingið eina góða byrjan upp á nýggja kappingarárið í Arminia Bielefeld, men leikluturin er broyttur. Jóan Símun Edmundsson er nú miðvallari. - Tað eru bæði fyrimunir og vansar við at spæla longur afturi á vøllinum, men tað er kanska ein av mínum styrkjum, at eg kann spæla á fleiri plássum, sigur toftamaðurin

Arminia Bielefeld vann leygardagin 3-1 á FC Erzgebirge Aue í 2. Bundesliguni. Jóan Símun Edmundsson spældi 74 minuttir. Tá var støðan 2-0. Stutt seinni minkaði FC Erzgebirge Aue um munin, áðrenn Andreas Voglsammer sendi brotsspark í kassan til 3-1. Arminia Bielefeld hevur nú fimm stig fyri tríggjar teir fyrstu dystirnar, og eru á sætta plássi.

Í nýggjum leikluti

Til dystin móti FC Erzgebirge Aue spældi Jóan Símun Edmundsson á høgra kanti. Hann hevur tveir teir fyrstu dystirnar spælt á miðvøllinum. Á landsliðnum er hann fremsti maður, so tað eru fjølbroyttar uppgávur, ið toftamaðurin hevur.

- Leikluturin er eitt sindur ymiskur. Eg havi spælt fyri tað mesta mitt á miðjuni teir fyrstu dystirnar. Vit hava vart í eini 4-4-2 spæliskipan, og spælt 4-3-3 tá ið vit hava bóltin. So eg spæli sum eitt slag av 6-ara uttan bólt og sum 8-ari við bólti, sigur Jóan Símun.

 ##med2##

Hugtakið ”6-ari” merkir ein meiri verjukendur leiklutur á miðjuni, meðan hugtakið ”8-ari” merkir ein meiri framrættaður leiklutur, har spælarin luttekur aktivt í álopsspælarinum. Tá Jóan Símun verður fluttur longur aftur á vøllin, so merkir tað eisini at tað er langt til málið.

- Eg síggi bæði fyrimunir og vansar við at spæla longri afturi á vøllinum. Tað er sjálvandi eitt sindur øðrvísi enn tað, sum eg eri vanur við. Tað gevur nakrar avbjóðingar, men tað er kanska ein av mínum styrkjum, at eg kann spæla á fleiri plássum, sigur Jóan Símun Edmundsson úr Bielefeld.

Á landsliðnum hevur Jóan Símun Edmundsson at kalla bara spælt í álopinum, men hevur fleiri ferðir verið nevnd, at hann hevur eginleikarnar at spæla á fleiri plássum. Nú er hann í holt við at prógva tað í Arminia Bielefeld.