Jóan Símun legði upp og sigraði

Arminia Bielefeld hevur í dag vunnið 3-1 á FC Erzgebirge Aue

Jóan Símun Edmundsson og Arminia Bielefeld hava í dag vunnið 3-1 á FC Erzgebirge Aue í næstbestu deildini í Týsklandi.

Føroyski landsliðsspælarin, sum nú spælir fast á miðvøllinum, átti uppleggið til 1-0 málið. Jóan Símun Edmundsson sendi eitt frálíkt hornaspark innfyri úr høgru. Nakað aftarliga kom Joakim Nilsson rennandi og kundi ódekkaður stúta bóltin í málið.

Toftamaðurin hevur í hesum kappingarárinum fingið nýggjan leiklut, sum ein av meiri framrættaðu miðvallarunum. Hann hevur útgangsstøði í høgru, har hann bæði dribblaði væl inn í vøllin, men vísti eisini snildir í avspælinum fram í høgru síðu.

Jóan Símun Edmundsson spældi 74 minuttir. Tá var støðan 2-0. Stutt seinni minkaði FC Erzgebirge Aue um munin, áðrenn Andreas Voglsammer sendi brotsspark í kassan til 3-1. Arminia Bielefeld hevur nú fimm stig fyri tríggjar teir fyrstu dystirnar, og liggur fyribils á fimta plássi.