Jóan Símun nærkast at blíva klárur

- Eg kundi spælt nakrar minuttir, sigur Jóan Símun Edmundsson

Mynd: (Bielefeld) Jóan Símun Edmundsson er nú aftur til klárur at fara á vøllin

Mynd: (Bielefeld) Jóan Símun Edmundsson er nú aftur til klárur at fara á vøllin

Jóan Símun Edmundsson hevur sitið uttanfyri við skaða í knænum, síðan hann mátti gevast í upphitingini undan landsdystinum móti Malta í mars mánaði. Mánakvøldið var hann aftur á dómaraseðlinum. Í farnu viku segði Jóan Símun, at hann skal byrja at gera meiri á vøllinum hesa vikuna.

- Skal byrja at gera meira og meira á vøllinum í komandi viku, og so fáa vit at síggja hvussu knæðið reagerar upp á tað. Tað er veska í knænum enn og eg fái pínu hvørjaferð eg skal skjóta, segði Jóan Símun Edmundsson í farnu viku.

##med2##

Mánakvøldið spældi Arminia Bielefeld javnleik 2-2 móti MSV Duisburg í 2. Bundesliguni. Jóan Símun Edmundsson var á bonkinum allan dystin, men kundi verið komin inn, um tað var brúk fyri tí.

- Eg eri klárur til at spæla nakrar minuttir um tað skal vera, sigur toftamaðurin um skaðan.

Tað eru góð tíðindi fyri føroyska landsliðið, sum skal spæla móti Noreg og Spania um ein mánað. Jóan Símun Edmundsson hevur sitið uttanfyri seinastu fýra dystirnar hjá landsliðnum. Tað hevur verið ein dyggur smeitur fyri føroyska liðið.

Arminia Bielefeld spælir longu aftur fríggjakvøldið, tá SC Paderborn 07 kemur á vitjan. Jóan Símun og liðfelagirnir eru nummar níggju av 19. Tað er tíggju stig niður til niðurflytingarstrikuna.

Mynd: (Bielefeld) Jóan Símun Edmundsson er nú aftur til klárur at fara á vøllin

Mynd: (Bielefeld) Jóan Símun Edmundsson hevur sitið uttanfyri í eina tíð nú, har hann hevur vant hart fyri at koma fyri seg